Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, segði í síni setanarrøðu til summartiltakið ?Renn fyri heilsuna?, at Klaksvíkar býráð hugsar um møguleikan at bygga eina rennibreyt í býnum. Hann vísti á, at áhugin fyri einari rennibreyt er stórur, og fyri nakað av tíð síðani, vóru umboð frá rennifelagnum Treysti og tosaðu við kommununa.
Kommunan fer nú at kanna, hvussu stóra økið millum Tekniska Skúla, Svimjihøllina og Drotningar Margrethu barnagarð kann gagnnýtast.
- Tó vil eg í sama andadrátti minna á, at verkætlanin ikki verður veruleiki í morgin. Vit skulu tosa væl og virðiliga við rennifelagið Treysti, soleiðis at verkætlanin kann gerast veruleiki, segði Jógvan Skorheim.