10-mannafør: Fyri fyrstu ferð í 41 ár eydnaðist tað Klaksvíkingi at vinna á Norðoyastevnu. 1970 var árið, tá ið 10-mannafarið hjá klaksvíkingum vann. Síðani hava klaksvíkingar fleiri ferðir vónað, at tað fór at eydnast at vinna aftur, men tað hevur kiksað.
Í dag var nýggj roynd á skránni, og vónirnar vóru betri, enn tær mangan hava verið.
Størsta forðingin fyri, at tað kundi eydnast, var Vestmenningur, sum so mangan hevur verið boysin, og sum vann á Ólavsøku í fjør.
Vestmenningur legði bragdliga fyri, og hann var fremstur, inntil bátarnir vóru á veg um málið.
Klaksvíkingur var alla tíðina framvið. 50 metrar úr málinum var Vestmenningur skutin undan, men so rann Klaksvíkingur, og í rimmar endaspurti eydnaðist tað heimamonnunum at taka Vestmenning - á málstrikuni.
Rómurin var øgiligur á vánni og kring allan býin, og karmarnir kundu ikki verið betri. Í Klaksvík er stilli, sólin sær oman og niðan, og nú er oyðimarkagongdin hjá 10-mannafarinum á Norðoyastevnu av!
Hoyvíkingur var nummar trý. Hann var ongantíð við í kappingini um fremsta plássið.
Nú koma 10-mannaførini inn ímóti dráttinum, og har bíða nógv viðhaldsfólk hjá Klaksvíkingi. Neyvan nýtist manningini at nýta orku til at draga bátin!
10 mannafør
1 Klaksvíkingur 06:52.17
2 Vestmenningur 06:52.20
3 Hoyvíkingur 07:06.20
1 Klaksvíkingur 7
2 Vestmenningur 6
3 Hoyvíkingur 5