Klaksvík:
Hóast tað ikki varð lýst, so vóru heilt nógv fólk savnað niðri við kappróðrarneystið sunnudagin, tá nýggja flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíkingur, bleiv flotaður ella signaður, sum tað eisini verður tikið til.
Fyrst bjóðaði Kristian Eli Zachariassen, formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, øllum vælkomnum og segði nøkur orð, har hann millum annað takkaði stuðlunum. Klaksvíkingur er stuðlaður av p/f Christian í Grótinum og JFK Trol.
Og so varð tíggjumannafarið sett á sjógv. Mannagongdin er hon, at tað verður róð tríggjar ferðir runt við sólini, tá báturin fyri fyrstu ferð verður flotaður. Klaksvíkingur er mannaður við næstan øllum teimum, sum róðu við Nevinum Reyða í fjør. Tríggir nýggir mans eru eisini við.
Umfatandi íløgur
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur í dag fimm nýggjar kappróðrarbátar standandi inni í neystinum. Tríggir eru frá 2001 og tveir frá 2002.
- Vit høvdu ikki kunnað gjørt nakað av hesum uttan stuðulin, sum vit hava fingið frá fyritøkum, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.
- Lions Club lat Fípuna Føgru í fjør.
Hann sigur eisini, at í fjør gjørdu limir felagsins eitt stórt arbeiði við at skipa fyri tiltøkum, so at peningur kundi savnast inn.
- Umframt at vit settu hol á arvagullið hjá okkum, tað vil siga, at uppsparingin hjá felagnum eisini varð nýtt.
Í ár er tað so sum sagt p/f Christian í Grótinum og JFK Trol, sum hava latið Klaksvíking og fyrr í ár lat Norðoya Sparikassi tað nýggja fimm mannafarið, sum enn ikki er heilt klárt at flota.
Aðrar íløgur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru átta rógvimaskinur av slagnum Concept 2 og eitt klima anlegg, sum skal verða ein avfuktari til bátarnar. Anleggið ger at fuktigheitin inni í bátaneystinum verður meiri jøvn.
- Vónin er, at við klimaanlegginum sleppur ongin væta inn í bátarnar, meðan teir standa inni í neystinum, sigur Kristian Eli.
Hann sigur, at tað er kostnaðarmikið at reka eitt róðrarfelag, og eitt tiltak, sum Róðrarfelagið fer at gera aftur í ár er stuðulsrógvingin. Men enn er ikki avgjørt, nær tað skal verða.
- Vit hava gjørt av at hava stuðulsrógvingina aftur í ár, tí hon eydnaðist so væl í fjør, sigur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Torført at endurvinna FM heitini
Spurdur um, hvussu tað man fara at gangast Klaksvíkar Róðrarfelag í ár, svarar Kristian Eli:
- Tað verður torført at liva upp til úrslitini í fjør, men eg vænti, at okkurt gott úrslit verður.
- Felagið hevur í dag fimti aktivar limir, so eg ivist ikki í, at onkur manning fer at klára seg væl, sigur Kristian Eli Zachariassen.