10-MANNAFØR
Leygardagin skrivaði Klaksvíkingur søgu á Jóansøku: Ongantíð áður hevur eitt 10-mannafar róð 2000 metra teingin so skjótt á Trongisvágsfirði, sum vinnarabáturin hesa ferð gjørdi tað.
Fyri tíggju árum síðani vann Eysturoyingur á Trongisvágsfirði við tíðini 8.49.19. Tá var hetta so nógv tann besta vinnaratíðin á Trongisvágsfirði. Leygardagin var tíðin hjá Klaksvíkingi 1.11 sekund betri, enn hon var hjá Eysturoyingi fyri tíggju árum síðani.
Fyri tíggju árum síðani var Eysturoyingur eitt ára gamal. Leygardagin róðu eysturoyingar í spildurnýggjum báti. Í síðstu viku vandu teir tríggjar ferðir í honum. Í gjár vóru teir aftur at síggja í nýggja bátinum í góðveðrinum á Skálafjørðinum, og teir verða ikki verri fyri í nýggja bátinum, tá ið tað nú leygardagin fer at verða kappast á Fuglafirði.
Eftir fýra róðrar er tað púra javnt millum Eysturoying og Klaksvíking í FM kappingini. Men eftir jóansøkuróðurin er tað ikki at undrast yvir, um sinniliga yvirskotið í løtuni er størri í Klaksvík, enn tað er á Glyvrum. Tí verður róðurin komandi leygardag ógvuliga avgerandi.
Marginalirnir
Teir smáu marginalirnir hava stóran týdning, og ofta eru tað teir, sum eru avgerandi fyri, hvussu úrslitini laga seg. Soleiðis hevur tað ofta verið í kappróðri, og soleiðis hevur tað verið í kappingini millum 10-mannaførini í summar.
Tølini siga, at tað í trimum teimum fyrstu róðrunum var so at siga eingin munur millum Eysturoying og Klaksvíking.
Á Norðoyastevnu var munurin eingin. Á Fjarðastevnu var vinnaratíðin hjá Eysturoyingi 9.23, og Klaksvíkingur kom á mál í 9.24.09.
Á Sundalagsstevnu vann Klaksvíkingur við 9.26.02, og Eysturoyingur var heilt lítið aftanfyri. Tíðin hjá honum var 9.26.07.
Á Jóansøku var størri munur á. Klaksvíkingur var eina bátslongd frammanfyri Eysturoying. Vinnaratíðin var 8.48.08, og tíðin hjá Eysturoyingi var 8.51.13.
Tað verður nógv tosað og mett um, um tað nú var Klaksvíkingur, sum hesa ferð róði betri, enn hann hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, ella um tað var Eysturoyingur, sum hesa ferð hevði lakari avrik, enn hann undanfarnu ferðirnar hevur víst.
Um sammett verður við tíðirnar hjá triðja luttakaranum, Orminum Langa, so var munurin frá Orminum Langa og fram til hinar báðar tíggju sekund á Sundalagsstevnu, og á Fjarðastevnu var munurin frá Orminum Langa og fram til Eysturoying, sum vann, tíggju sekund, og níggju sekund til Klaksvíking, sum var nummar tvey.
Hesa ferð var Klaksvíkingur trý sekund frammanfyri Eysturoying, og Klaksvíkingur var fjúrtan sekund frammanfyri Ormin Langa.
Sannlíkið fyri, at bæði Ormurin Langi og Eysturoyingur í senn vístu lakari avrik, enn teir hava víst hinar ferðirnar, man vera minni, enn tað er fyri, at Klaksvíkingur hesa ferð róði so framúr væl.
Starturin avgjørdi
Marginalirnir eru smáir, og tað er skjótt at staðfesta, at tað var í startinum, at Klaksvíkingur vann sær fyrimunin, sum gjørdi seg galdandi á øllum 2000 metrunum.
Allir tríggir bátarnir løgdu alla orku í, tá ið startskotið hevði ljóðað. Men tað tóktist muna best hjá Klaksvíkingi. Áðrenn hundrað metrar vóru lagdir aftur um, var munurin frá hvíta bátinum og aftur til tann gula og tann bláa tað mesta av einari bátslongd. Henda munin megnaðu klaksvíkingar at halda allan vegin inn á mál.
Onkra løtu tóktist tað sum um, at munurin øktist til hálva aðru bátslongd, og tá ið Eysturoyingur onkra løtu tóktist hava hug at bjóða av og át seg eitt sindur fram á Klaksvíking, so kom sinniliga yvirskotið hjá teimum umborð á Klaksvíkingi til sjóndar. Teir svaraðu aftur, og tí kendist tað eyka tungt hjá Eysturoyingi.
Tað var altso fyrst og fremst í startinum, at klaksvíkingar høvdu yvirvágina, sum vísti seg at vera alt avgerandi. Tí er einki at ivast í, at um Eysturoyingur, sum so ofta áður hevur víst seg at vera framúr á fyrstu metrunum, næstu ferð skal vinna á Klaksvíkingi, so verður neyðugt við betri startspurti enn tí, sum teir vístu á Jóansøku.
Klaksvíkingar hava fyrr í ár vant nógv hvør fyri seg. Nú hava teir møguleika í felag at venja teknikk. Í vikuni upp undir Jóansøku gjørdu teir nógv burturúr at venja startin, og tí venjingini fingu teir leygardagin góða úrtøku burturúr! Talan var einki minni enn um kanónavrik!