Klaksvík eigur bestu dreingirnar

5-mannafør dreingir 17-18 ár: Eldru dreingirnir í Klaksvík megnaðu eisini tað, sum teir yngru gjørdu fyrr í dag

Tað liggur væl fyri í heimasjógvi hjá teimum í Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

Fyrr í dag vann Fípan Fagra róðurin millum dreingir 14-16 ár, og fyri løtu síðani var Fípan Fagra aftur fremst, tá ið tað vóru kvinnurnar, sum kappaðust.

 

Og nú var tað Fípan Fagra, sum aftur var best. Nú var tað í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum 17-18 ár. Hetta er umleið sama manning, sum í fjør vann FM í hesi kappingini.

 

Í fjør vóru tað fleiri vinnarar í hesi kappingini, og róðurin í dag kundi bent á, at tað eisini fer at vera soleiðis í ár.

 

Royndin Fríða legði bragdliga fyri, og skjótt sást tað, at kappingin var millum Royndina Fríðu, Drekan og Fípuna Føgru.

 

Royndin Fríða hevði eina løtu stavnin undan hinum báðum. Á Kósabrúnni stakk Fípan Fagra seg framum avbjóðararnar, og dreingirnir úr Klaksvík megnaðu at halda tørn fram ímóti málinum.

 

Drekin tók Royndina Fríðu, og havnardreingir royndu at bjóða Fípuni av, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at hótta Fípuna Føgru.

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:32.21+00.007 
2 Drekin (HR)05:33.01+00.806 
3 Royndin Fríða (VK)05:36.07+03.865 
4 Sílið (HR)05:59.34+27.134 
5 Heykur (HVR)06:35.39+63.183