Klaksvíkar Sjúkrahús bjóðar fólki á gátt

Eitt spennandi torravikuskifti stendur fyri framman við hópina á skrá. Torrarenning, Opið skip – Dragin og Juvel II, Torraheilsukafé, har tú kann fáa kannað blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum, blóðsukur, tekna seg til lungafunktiónskanning, fara til fyrilestrar við Andras Sólstein um søguna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi og hoyra Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari á FarGen halda fyrilesturin: "Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?".

Hoyr Alex Sólstein greiða frá í kirkjukjallaranum um sínar ungdómsdagar, arbeiði og frítíð. Rudolf Joensen er vertur og eisini spæla Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jacobsen, guitar.

 

Áhugaverd veðurlagsráðstevna verður leygardagin, har 17 Sangarar leggja fyri og syngja tveir sangir og eina íslendska syrpu eftir Sigfús Halldórsson. Síðani kemur virdi og kendi veðurmaðurin á DR TV-Avísini, Jesper Theilgaard, og sigur sínar hugsanir um framtíðar veðrið. Bogi hansen Havfrøðingur og Teji Nielsen á SEV eru eisini við.

 

Skráin sæst niðanfyri

Fríggjadagur 19. februar

Posthúsið - kl. 10.00. Frits Johannesen letur upp listaframsýning á Posthúsinum. Framsýningin er opin til kl. 15.30.

Adventure kl. 14.00 – 18.00. Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu. Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan. 

Kirkjukjallarin – kl. 15.00. Kom og hoyr Alex Sólstein greiða frá um sínar ungdómsdagar, arbeiði og frítíð. Rudolf Joensen er vertur.Eisini spæla Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jacobsen, guitar.

Dragin - opið skip kl. 16:00 – 18:00. Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.

 

Leygardagur 20. februar

Christianskirkjan – kl 11.30. Torramatiné við tiltikna Morgunkórinum úr Tórshavn v/Sigrid Sivertsen

Juvel II - opið skip kl. 13.00 - 17.00. Rundsýning, har kunnað verður um virksemið hjá trúboðanarskipinum, Juvel II, ið hevur sítt høvuðsvirksemi í Grønlandi, har siglt verður millum bygdirnar. Fólk, sum plaga at vera við á hesum ferðum, greiða frá.

Niðanfyri Gamla Seglhúsið. kl. 13.00 til 17.00. Hummarasøla.

Posthúsið - kl. 14.00 – 17.00. Frits Johannesen hevur litfagra og leikandi listaframsýning. Framsýningin er opin til kl. 17.00

Gamla Seglhús kl. 14.00 til 17.00. Martin Joensen letur upp listaframsýning. Fernisering verður kl. 14.00, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í Metanarnevnd Klaksvíkar býráðs sigur nøkur orð. Martin Joensen kemur sjálvur at framføra egin løg og borðreitt verður við jomfrúhummarasúpan. Framsýningin hongur uppi fram til 18. mars og er ókeypis at vitja.

Adventure kl. 14.00 – 18.00. Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu. Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan.

Torra-renning kl. 14.00. Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum - út til Sjúkrahúsið, har málið er.

Heilsucafé kl. 14.30. Klaksvíkar Sjúkrahús. Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.Eisini halda Andras Sólstein, søgufrøðingur, fyrilestur um søguna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD mýlislívfrøðingur og verkætlanarleiðari á FarGen, heldur fyrilestur, “Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?”

 

Opið hús á Klaksvíkar Sjúkrahús frá kl. 14.00 til 17.00.

Workshop kl. 14.00. Í forhøllini ber til at koma í prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um millum annað lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum, so sum sár, og ryggjatrupulleikar.

Fysioterapiin. Til ber at gera eina konditest og máta feittvirði í kroppinum.
Á 2. hæddVit máta virðir so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.
Laboratoriið. Tilmelding til blóðgeva.
Norðara parkeringsøkið. Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.
Rundvísing. Túrur runt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við frásøgufólki.

Heilsucafé kl. 14.30. Heilsucaféin verður sett í kantinuni av Hera Ellingsgaard; aftaná verður ymiskt heilsugott og leskiligt at fáa.

Felagshøllin kl. 15.00. Fyrilestur við Andras Sólstein, søgufrøðingi. Andras greiðir frá søguni hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi. Heitið á fyrilestrinum er: "Klaksvíkar sjukrahús" - Søgan

Felagshøllin kl. 15.45. Fyrilestur við Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari á FarGen. Heitið á fyrilestrinum er: "Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?"

Rundvísing kl. 16.30. Túrur runt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við frásøgufólki.

Smæran – kl. 15.00 – 18.00. Myndaframsýning verður eisini við golmum myndum úr KlaksvíkSangløta.Í sambandi við tiltøkini í Smæruni verður eisini “kaffisøla við køkum”.

Miðhøllin á Skúlatrøð - Veðurlagsráðstevna – kl. 15.00. 17 Sangarar syngja tveir sangir og eina íslendska syrpu eftir Sigfús HalldórssonKl. 15.10Fyrilestur við kenda veðurmanninum á DR, Jesper Theilgaard, sum fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.?Kl. 15.50Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur fyrilesturin: "Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina".Kl. 16.10Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, greiðir frá, hvussu teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og koma teir tí eisini at hava eitt íkast við viðmerkingum og fyrispurningum í mun til tær metingar um veðrið, Jesper Theilgaard kemur við. Hetta ger SEV eisini sum “brúkari av veðrinum”. 

Dragin Opið skip kl. 16.00 - 18.00. Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.

Gamla Seglhús - kl. 20.00. Hummaraborðhald vm. Pláss er fyri 32 gestum og neyðugt er við tilmelding.Kostnaður pr. persón er kr. 595,00 – alt íroknað.

Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við – hava í Torra-vikuni serligar torra-matseðlar við annarleiðis matskrá, har borðreitt verður eisini við ymiskum úr fiski.

 

Kunna teg nærri um skránna her.