Klaksvíkingar eiga eisini besta 8-mannafarið

8-mannafør: Kappingin hjá Nevinum Reyða við Knørr var heilt stór

Dreingir og menn í Klaksvík eru óførir í kappróðri. Fípan Fagra vann bæði barnaróðurin og kappingina millum 17 – 18 gamlar dreingir. Í kappingini millum 8-mannaførini var talan um heilt spennandi kapping.

 

Tað var Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum saman við fuglfirðingum umborð á Gullbrandi, ið bjóðaðu av.

 

Gullbrandur dragnaði og misti tvær bátslongdir, meðan kappingin millum tveir teir fremstu var sera stór. Umborð á Nevinum Reyða sita nógvir av teimum, sum í fjør vunnu FM í kappingini millum 6-mannaførini. Tá var tað við Páll Fanga, og í dag vóru teir aftur sera drúgvir umborð á Nevinum Reyða.

 

Knørrur lá frammi á hálvum Nevinum Reyða. Blái báturin gjørdi fleiri royndir at taka hvíta bátin, men tað eydnaðist ikki, hóast tað var tætt við. Á málinum var munurin eitt stórt hálvt sekund.

 

##med2##