Í morgin, sunnudagin, fer Klaksvíkingurin, Martin Johannessen, til Danmarkar at vera við í International RaceRunners Cup, í Keypmannahavn.
Hetta er fimtu ferð, Martin er við, og er hann sera spentur til stevnuna, sigur Ítróttarsamband fyri brekað, ÍSB, í morgun.
Martin hevur vant RaceRunning í gott og væl seks og eitt hálvt ár. Hann hevur vant miðvíst og hart til ársins stevnu og nú er hann kanska betur fyri enn nakrantíð.
RaceRunning er serlig ítróttargrein fyri ítróttarfólk við trupuleikum við javnvágini.
Ein RaceRunner er serlig tríhjólað súkkla við ongum pedalum, so har ongin trupulleiki er at halda javnvágina.
Serligi bygnaðurin ger RaceRunning vælegnað til spastikarar, fólk við gikt, og fólk, sum hava mist annað beinið, ella bæði beinini.
RaceRunning er skjóttvaksandi ítróttargrein fyri fólk ið bera brek, og International RaceRunners Cup ein av størstu RaceRunning stevnunum í heiminum, sigur ÍSB.
Til ber at lesa meir um RaceRunning á www.racerunning.org