Ein og hvør ítróttargrein hevur sínar klassikarar. Í honbólti er tað tá Kyndil og VÍF hittast, tí tá er altíð talan um spennandi dystir, sum sjáldan eru avgjørdir fyrr enn síðsta bríksl er farið. Í fótbólti er eru nógvir klassikarar. Ein er, tá KÍ og HB møtast, ein annar tá HB og TB, og ein triði, sum er nýggjari á skránni, tá GÍ og B68 hittast.
Í flogbólti er eingin ivi um hvør størsti klassikarin er. Tað er nevniliga tá Mjølnir og Fleyr hittast, og so kann tað fyri so vítt vera líka mikið hvussu liðini annars klára seg. Dystirnir teirra millum eru altíð spennandi.
Um vikuskiftið hittast liðini í KÍ høllinií Klaksvík.
Í báðum førum er støðan tann, at Fleyr er ósigrað undan hesum umfarinum, men spurningurin er, um Mjølnir megnar at gera nakað við tað.
Hjá kvinnum er tað soleiðis statt, at Mjølnir hevur eitt meistaraheitið at verja. Tað hevur kortini gingið eitt sindur misjavnt á, tí tær taptu fyrsta dystin á árinum móti TB, men hava síðani vunnið ein móti Drátti. Meir er ikki spælt, men kenna vit Marjuna Kalsø rætt, so fer hon, saman við nýggja venjaranum, Borko Ilic at leggja doyðin á, fyri at basa Fleyr.
Havnakvinnurnar koma annars til Klaksvíkar við eini lítaleysum úrslitalista. Tveir dystir eru farnir afturum og teir eru báðir vunnir. Tær kláraðu tað, sum Mjølnir ikki kláraði, nevniliga at vinna á TB í Trongisvági, men TB-liðið, sum Fleyr spældi ímóti var nakað veikari enn tað, sum Mjølnir spældi ímóti. Spurningurin er tó, um tað eigur at hava so stóra ávirkan at ivi gerst um sigur ella ósigur orsakað av einum leikara.
Tað er tó eingin ivi um, at talan verður um ein spennandi dyst, tí fleiri leikarar eru, sum sagtans kunnu vera við til at avgera ein dyst. Hjá Mjølnir roynist Marjun altíð drúgv, meðan Tina Jacobsen eisini plagar at vera ein knassi. Hjá Fleyr er Súsanna McBirnie tann, sum tær seta sítt álit á, og gongur væl við móttøkuni, so kann eisini Mariann gerast ein av lyklaleikarunum.
Á kambsdali spæla ÍF og TB, og skulu vit taka úrslitini higartil við í metingarnar, so er TB favorittur, men tak okkum ikki í at siga tað hart,tí tað er nevniliga væl hugsandi, at tað júst verður hetta vikuskiftið at ÍF kvinnurnar fara at vísa hvat tær duga til.
Ilic móti Romica
Í seinastu viku fingu bæði Mjølnir og Fleyr útlendskar venjarar, sum fara at spæla við mansliðunum. Í báðum førum er talan um leikarar, sum eru vanir at leika á munandi hægri stigi enn leikt verður á her heima, og tí verður spennandi at síggja hvørji árin teirra spæl kemur at hava á føroyskan flogbólt sum heild.
Leygardagin verður so fyri fyrstu ferð høvið at síggja teir báðar í sama dysti. Fleyr kemur ósigrað til Klaksvíkar við trimum ? greiðum ? sigrum, og má tí metast vera favorittur, í fyrsta umfari í hvussu er.
Fleyr hevur spælt dreymaflogbólt til tíðir, og serliga spældu teir væl í heimadystinum móti Fram, sum vóru sendir til húsa aftur við stórtapi.
Hjá Mjølnir er hinvegin eitt sindur øðrvísi statt, tí ´´i veruleikanum snýr tað seg um eina enduruppbygging av liðnum, sum fyrr hevur staðið seg so einastandandi væl. Seinasta vikuskiftið var um reppið, at teir snávaðu móti SÍ, og uttan at taka nakað frá sørvingum, so skal tað ikki koma fyri, um Mjølnir skal gera sær nakrar vónir um at røkka longur upp á stigatalvuna.
Sørvingar skulu annars sjálvir í eldin um vikuskifti, tá teir fáa vitjan av Fleyr b.
Ì sjálvum sær er her talan um ein spennandi dyst, tí liðini liggja bæði niðarlaga. Kortini fara vit at meta sørvingarnar sum favorittar, bæði tí at teir hava royndirnar frá meistaradeildarflogbólti, og tí at teir hava spælt meira saman, um enn útskiftingar eru gjørdar á liðinum.
Sum tað sær út í skránni, so eigur Suni Hansen at kunna spæla við teimum hetta vikuskiftið, og tað er uttan iva ein styrkur hjá ungu dreingjunum úr Sørvági.
Hjá Fleyr harafturímóti ræður um at fáa fyrsta sigurin til høldar. Ikki hevur gingist so væl í hond higartil, og eisini eru teir raktir av skaðum, sum ikki hava gjørt tað lættari at fara um.