Klassiskir bilar

Eins og í síðstu viku hava vit aftur hesa vikuna vitjan av ellisakførum á donskum nummarplátum. Talan er um limir í Dansk Veteranbil Klub, sum eru komir higar við flottum klassiskum bilum

Vit hava í hesum døgum vitjan av einum ferðalagi við ellisakførum. Tað eru limir í Dansk Veteranbil Klub, sum eru komir higar við 12 ymiskum vælhildnum gomlum bilum. Dansk Veteranbil Klub er ein gamal felagsskapur, sum varð stovnaður í 1954.


Ferðaleiðari á túrinum er Erik Fey, sum eisini var ferðaleiðari á Morgan vitjanini í síðstu viku. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari og hevur skrivað fleiri bøkur um føroyska list.


Bilarnir eru ein blanding av ymiskum merkjum sum t.d. Austin Seven, Volvo PV, Morris Minor, Citroën Traction Avant, og fleiri sløg av Mercedes-Benz cabriolet. Tann mest sermerkti bilurin er tann guli danskt bygdi Joker frá 1973. Bert sjey bilar vórðu gjørdir av hesum slagnum, sum tekniskt og mekaniskt eru Volvo bilar.


Gomlu bilarnir hava koyrt nógvastaðni kring landið. Tey hava verið mest í Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu í annaðkvøld. Samrøða er við fleiri av eigarunum av ellisakførunum í Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05.