Bryggjan í Vestmanna var stúgvandi full av fólki leygardagin, tá nýggju skipini í flotanum stevndu inn á vágna.
Nýggj eru tey ikki meiri enn so, at tey eru bygd í 1989, og nýggj í flotanum eru tey heldur ikki meiri enn so, at tey hava verið her fyrr. Tá vóru nøvnini Stígarklettur og Hádegisklettur, so talan er um kend skip, tá til stykkis kemur.
? Men hvør er hvør, veti eg ikki, sigur nýggi reiðarin, sum er í góðum hýri.
Sama ger, tí hann fær ikki brúk fyri tí heldur, tí skipini hava fingið nýggj nøvn og eita nú Fram og Vestmenningur.
Endurnýgging
Sum sagt, so hava vestmenningar keypt nýggju úr Ný Sælandi.
Illa gekst í hond hjá dalbingum at fáa hjólini at mala og til seinast góvu teir skarvin yvir.
Trolararnir vóru seldir av landinum, eins og so nógvir aðrir vóru tað tá, og tað var ikki sørt, at tár vóru í eygunum á mongum sjómanni, tá skipini fóru.
Nú trolararnir aftur eru í Føroyum, spurdu vit reiðaran, Tummas Christophersen, um orsøkina til at teir hava keypt nýggj skip.
? Tað er fyri at endurnýggja okkum. Hini skipini vit hava eru vorðin í eldra lagið, so vit valdu at fara út at hyggja at nýggjari skipum og tá fullu eyguni á hesi bæði skipini, sigur Tummas.
Hvørjum standi eru skipini í, nú tey koma aftur hendavegin?
? Skipini eru í góðum standi. Annað teirra varð klassað í fyrraárið, meðan hitt varð klassað í fjør, so tey eru í fínasta standi nú tey koma, sigur reiðarin.
25 mió. fyri bæði
Tá nýggj skip koma í flotan, er kostnaðurin áhugaverdur. Tí spurdu vit reiðaran hvat skipini kostaðu.
? Vit hava keypt fyri 25 mió. krónur - fyri bæði, sigur hann, og leggur afturat, at hann heldur at tað er á eini góðari leið. ? Skipini eru ikki nýggj, men tey eru í góðum standi, og tí halda vit, at tað er á eini leið.
Fíggingin er føroysk øll sum hon er, og er tað Realurin, sum hevur fíggjað alt sum er omanfyri eginfíggingina.
Hvussu stórur partur er eginfígging og hvussu stórur partur er fremmand fígging vil reiðarin ikki út við, men vit skilja, at eginfíggingin er rímuliga stórur partur av kostnaðinum.
Tummas Christophersen metir at bátarnir fara at veiða eini 14 til 1500 tons um árið, og við tí metir hann tað fer at mala væl og virðiliga runt.
? Sjálvandi ber illa til at siga, hvussu nógv bátarnir fara at selja fyri, tí tað veldst um prísin, men fáa vit á leið tað, sum bátar í hasi støddini, so er ikki tann stóri vandin, sigur hann.
Hesir bæði skipini skulu fiska upp á loyvini hjá Vesturtúgvuni, Mars og Froyi, sigur reiðarin.
Verður talan um partroling ella skulu skipini royna hvør sær?
? Tey fara at partrola. Tað loysir seg nógv betri at partrola tí nýtslan av eitt nú olju er so nógva ferðir minni enn hon annars hevði verið, og harafturat verður bara ta eina trolið brúkt, so tann nýtslan verður eisini minni, sigur Tummas Christophersen, sum leggur afturat, at skipini fara at avreiða har tey fáa mest fyri fiskin.
? Vit hava ikki bundið okkum til nakað virkið, og tað munnu tey fægstu skipini gera í dag, sigur hann.
Tað vera sjey mans við hvørjum skipi hvønn túrin, men einir 3 ella 4 aðrir mans verða eisini knýttir at skipinum, tí manningin verður umborð tveir túrar og vera síðani ein heima.
58 dagar í sjónum
Sum nevnt eru skipini keypt úr Ný Sælandi, og við at hyggja á ein »globus« sæst, at tú sleppur vallað longur burtur frá Føroyum enn júst til Ný Sælands.
Tí var eisini talan um eina sera drúgva heimferð.
Tá skipini stevndu inn á Vestmanna leygardagin høvdu tey verið á ferð í samfullar 57 dagar.
Tey stevndu út av Ný Sælandi tann 13. november í fjør, og tá varð kósin sett móti Føroyum.
Sum vera mann, ber illa til at sigla allan teinin í einum, tí so stór er oljugoymslan umborð ikki, so lagt varð inn í trimum støðum á ferðini.
? Fyrstu ferð vit løgdu inn, var á Tahiti. Haðani hildu vit leiðina fram til Panama og haðani víðari til Azorurnar, sum var seinasta staðið vit steðgaðu, sigur reiðarin, sum sjálvur var við á ferðini heim.
Og veðrið á ferðini var stak gott sigur hann. Summar er hinumegin knøttin nú, og tí hava manningarnar fingið nógva sól ávegis til Føroya.
? Vit høvdu ein fínan túr í besta veðri, og tað var ikki fyrr enn vit nærkaðust Føroyum, at vit merktu stormarnar, sigur Tummas Christophersen, reiðari at enda.
Nýggju trolararnir fara til fiskiskap í næstu viku.
Sosialurin ynskir eigarum og manning hjartaliga tillukku við nýggju skipunum og góða eydnu frameftir.