Klingruvarp og spjótkast í oysregni

Heri Ziska kastaði so stutt, sum hann ikki hevur gjørt í átta ár, men hóast tað vann hann FM í klingruvarpi

Hóast Heri Ziska fyri fyrstu ferð í átta ár ikki varpaði klingruna út um 40 metrar, kláraði hann tó at vinna føroyameistaraheitið.

Hann var knappar átta metrar frammanfyri næstbesta luttakara sum var Poul Guttesen. Heini Hátún, sum annars lá á øðrum plássi, var í seinasta umfari tikin av Poul Guttesen.

13 luttakarar vóru í klingruvarpi hjá monnum, 3 luttakarar í klingruvarpi hjá kvinnum, 20 luttakarar í spjótkasti hjá monnum og 4 luttakarar í spjótkast hjá kvinnum.

Veðrið var av tí allarringasta við nógvum og áhaldandi regni, so luttakarar og áskoðarar, sum hóast alt vóru nógvir, vóru á kroppi.

Kappingin fór fram á kastivøllinum við Eysturskúlan í Havn.

Í spjótkasti hjá kvinnum kastaði Jensia Lamhauge longri enn føroyska metið, men av tí at spjótið ikki lendi á fremra enda, taldi kastið ikki við.

Komandi leygardag 24 juli verður FM íhamarkasti (kl. 14.00) og kúlustoyti (ca. kl. 15.00). Henda kapping verður eisini á kastivøllinum við Eysturskúlan.



Klingruvarp menn

1.Heri Ziska67Bragdið39.50 m

2.Poul Guttesen60Bragdið31,59 m

3.Heini Hátún71Bragdið31,50 m

4.Axel Joensen74NÍF25,17 m

5.Jørgin Meitilberg75Bragdið23,39 m

6.Hallgrim Hansen73Kollafjørður23,16 m

7.Høgni Debes72Tórshavn21,45 m

8.Hans Debes66Tórshavn18,95 m

9.Remi Lamhauge74Tórshavn18,54 m

10.Sámal Clothier66Argir18,11 m

11.Eyvind A. Hansen75Tórshavn18,02 m

12.Leif Mikkelsen80Tórshavn16,80 m

13.Gundur Mortensen63Tórshavn16,66 m


Klingruvarp kvinnur

1Ingibjørg Poulsen74Bragdið21,67 m

2Randi Kúrberg72Bragdið17,12 m

3Meifríð Hansen78Bragdið16,10 m


Spjótkast menn

1.Jørgin Meitilberg75Bragdið45,86 m

2.Líggjas Høgnesen63Hoyvík42,26 m

3.Suni DavidsenTórshavn41,70 m

4.Absalon Eysturoy78Tórshavn40,59 m

5.Thomas Joensen70Kollafjørð37,91 m

6.Poul Guttesen60Bragdið37,86 m

7.Jógvan Højgaard75TórsHavn36,12 m

8.Leif Mikkelsen80Tórshavn35,47 m

9.Høgni Debes72Tórshavn35,52 m

10.Gundur Mortensen63Tórshavn32,81 m

11.Eyvind A. Hansen75Tórshavn31,70 m

12.Hallgrim Hansen73Kollafjørður30,77 m

13.Jóhann Mouritsen74Hoyvík30,49 m

14.Rúni Petersen78Tórshavn30,18 m

15.Hans Debes66Tórshavn27,45 m

16.Allan Hammer77Kollafjørður26,53 m

17.Axel Joensen74NÍF24,84 m

18.Remi Lamhauge74Tórshavn24,39 m

19.Sámal Clothier66Argirnm

20.Herman M. Hermansen76Tórshavnnm


Spjótkast kvinnur

1.Jensia Lamhauge77Bragdið24,14 m

2.Meifríð Hansen78Bragdið19,10 m

3.Randi Kúrberg72Bragdið16,27 m

4.Ingibjørg Poulsen74Bragdið15,35 m


Nm: onki kast mált