##med2##
Oddbjørn Joensen og Heðin Askham vóru gestir í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.
Evnini sum vóru til viðgerðar vóru:
1) Champions League
2) Hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið
3) 9. umfar í Betrideildini hjá monnum:
Fakta: 9. umfar í Betri deildin menn:
Sunnudagin:
B36-TB (15.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-HB (15.00)
NSÍ-AB Ikki ásett
Mánadagin:
Skála-KÍ (18.00) Beinleiðis á FM1
Víkingur-EB/Streymur (18.00)
NSÍ ynskir at spæla dystin móti AB klokkan 19 sunnukvøldið, tí Premier League verður avgjørt sunnudagin millum klokkan 15 og 17.
Á Argjum vilja tey ikki ganga ynskinum á møti, tí málverjin á liðnum, Mattias Lamhauge, skal av landinum sunnukvøldið í útbúgvingarørindum. Sum skilst er talan um týðandi roynd, sum málverjin skal til mánadagin. AB hevur leigað Mattias Lamhauge úr HB, tí Heðin Stenberg er skaddur. Tí hevur AB ikki ein skikkaðan málverja at taka yvir, um dysturin verður fluttur, verður sagt úr AB.
Nú liggur málið hjá Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Har verður sagt, at ein avgerð helst fyriliggur í kvøld, men møguliga fyrrapartin í morgin.
Oddbjørn Joensen er hart ímóti, at Premier League skal ávirka nær dystir í Føroyum verða spældir. Ein føroysk kapping eigur bara at taka atlit til føroysk viðurskifti, slær Oddbjørn fast.