Klopp ikki nøgdur

Hóast Liverpool vann 4-1 á Manchester City, so var Jurgen Klopp ikki heilt nøgdur

Liverpool vann í kvøld 4-1 á Manchester City á Etihad leikvøllinum í Manchester. Coutinho, Firminho, Martin Skrtel og eitt sjálv mál gjørdu, at Liverpool fekk fýra, meðan Sergio Aguero skoraði einsamalla málið hjá Manchester City.

 

Eftir dystin var nýggi Liverpool venjarin, Jurgen Klopp, fegin um úrslitið. Hann legði tó afturat at dysturin eftir hansara tykki ikki var ”perfektur”.

 

- Tað kennist perfekt, men dysturin var ikki perfektur fyri okkara viðkomandi. Tað var ein góður dystur móti einum sterkum liði, sigur Jurgen Klopp við BBC.

 

Týski venjarin hevur tó alla orsøk at fegnast, tí Liverpool hevði uppiborðið sigurin. Týstið riggaði væl, og tað eydnaðist at órógva verjuna hjá Manchester City í fleiri førum. Liverpool kundi fingið minst trý mál afturat.

 

Longu aftaná ein hálvan tíma var Liverpool á odda 3-0 Fyrst sendi Eliaquim Mangala bóltin í egið net. Síðani økti Philippe Coutinho, áðrenn Roberto Firmino skoraði dagsins mál eftir ein hálvan tíma. Serliga var tað avleveringin hjá Emre Can við hælinum, sum gjørdi málið flott.

 

Sergio Aguero minkaði um munin stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki kundi Manchester City havt minkaði víðari um munin. Millum annað vildu teir hava brotsspark, tá bólturin kom í hondina á Dejan Lovren.

 

Tað endaði tó alt við, at Liverpool miðverjin, Martin Skrtel, meddaði bóltin í málið til 4-1. Harvið staðfesti hann sigurin, sum merkir, at Liverpool kemur á níggjunda pláss við 20 stigum, meðan Manchester City dettur niður á triðja pláss.

 

Úrslitini úr dagsins dystum í Premier League kunnu síggjast niðanfyri: 

Watford-Manchester United 1-2

Chelsea-Norwich 1-0

Everton-Aston Villa 4-0

Newcastle-Leicester 0-3

Southampton-Stoke 0-1

Swansea-Bournemouth 2-2

West Bromwich-Arsenal 2-1

Manchester City – Liverpool 1-4

 

1

Leicester City

13

8

4

1

28

20

8

28

2

Manchester United

13

8

3

2

19

9

10

27

3

Manchester City

13

8

2

3

27

13

14

26

4

Arsenal

13

8

2

3

23

11

12

26

5

Tottenham Hotspur

12

5

6

1

20

10

10

21

6

West Ham United

12

6

3

3

23

16

7

21

7

Everton

13

5

5

3

24

16

8

20

8

Southampton

13

5

5

3

19

14

5

20

9

Liverpool

13

5

5

3

17

15

2

20

10

Crystal Palace

12

6

1

5

14

12

2

19

11

Stoke City

13

5

4

4

11

12

-1

19

12

West Bromwich Albion

13

5

2

6

12

17

-5

17

13

Watford

13

4

4

5

12

14

-2

16

14

Swansea City

13

3

5

5

14

18

-4

14

15

Chelsea

13

4

2

7

17

23

-6

14

16

Norwich City

13

3

3

7

16

24

-8

12

17

Newcastle United

13

2

4

7

13

25

-12

10

18

AFC Bournemouth

13

2

3

8

14

27

-13

9

19

Sunderland

12

1

3

8

13

26

-13

6

20

Aston Villa

13

1

2

10

10

24

-14

5