Klumma: Meira av tí sama

Eyðun Klakkstein, blaðmaður

Tvær eldri konur á eini mat­stovu práta.
- Smakkar maturin ikki for­fer­d­i­liga illa her, spyr onnur.
- Jú, og so fingu vit so lítið eis­ini, svarar hin.

Tað er Woody Allen, sum sig­ur hesa søguna í tiltikna filmi sínum Annie Hall.
Kanska kundi hendan fitta og sigandi søgan verið søgd í fólkaskúlanum, sum fór skeiv­ur í Pisa, og nú stríðist fyri at koma aftur á beint.
Nógv uppskot og hugskot eru um, hvussu fólkaskúlin skal betrast, og standa seg betur í næstu Pisa-kann­ing­ini. Eitt hugskot er, at børnini skulu fyrri í skúla. Eitt ár fyrr inn í skúlastovurnar til frá­læru í 1. flokki – ella fjórðu div­isión. Spurningurin er bara, um tað nyttar nakað at koyra børnini fyrri í skúla ella hava tey longri í skúlanum. Meira av tí sama gevur bara meira av tí sama.
Og so er tað fakliga dis­kus­s­i­ó­nin, sum ongantíð fær ver­ið meira enn fakfelagslig, tí øll vilja verja sítt. Har er nið­ur­støðan umaftur og um­aft­ur, at milliónir av krónum skulu til, um nakað skal lata seg gera – betur.
Men tað loysir neyvan trup­ul­leik­an, at játtanin til fólka­skúlan verður vaksin við so nógvum prosentum, at at tey 75 prosentini av næmingunum í 9. flokki, sum vóru í skúla tann dagin, ikki klára at rokna tað út.
Kanska snýr hetta seg fyrst og fremst um, at lær­ar­ar og foreldur í felag taka avbjóðingina upp, vísa størri ábyrgd, seta ver­u­liga krøv, og harvið betra um frálæruna av børn­u­num. Lærararnir klára tað neyvan einsamallir, for­eldr­ini mugu eisini við­ur­kenna sína ábyrgd, og so skal skúlaskipanin eisini vísa dirvi og hugflog til at broyta frálæruna, um tað er neyð­ugt. Milliónirnar kunnu bíða eitt sindur.
Eitt par á veg út úr bio­høll­ini.
- Var hasin filmurin ikki ræð­u­lig­a vánaligur, spyr kon­an.
- Jú, og so var hann so stuttur eisini!