Tað er ein løgin andsøgn í dyrkanini av okkum sjálvum sum einstaklingum – fyrst eg, so eg, og so aftur eg, og øllum aldunum, sum skola yvir okkum, har vit øll harafturímóti skulu gera akkurát tað sama: Øll skulu renna, ongin skal roykja, øll skulu hava snildastu telefonina, øll skulu vera á facebook, øll skulu halda alt vera so ræðuliga gott o.s.fr.
Renning: Mær dámar so væl at ganga túr, havi altíð gjørt tað. Men nú hendir tað oftari og oftari, at eg og hundurin mugu av gøtuni ella gongubreytini, so sprintari við fullari ferð og við »skyklappum« ikki rennir meg um koll, ella uppaftur verri: traðkar á hundin. Friðurin er úti. Ein gløggur maður fortaldi mær um ein stjóra, sum tá hann varð spurdur um sínar framtíðardreymar svaraði: At renna eitt hálvt marathon! So renningin fyllir ómetaliga nógv.
Innrætting: Tá eg í damubløðunum hyggi at, hvussu fólk innrætta sær húsini, so líkjast tey øll so nógv, at eg síggi fyri mær, at hesi húsfólk øll hava kagað í sama Bo Bedre. Samstundis verða tey, ið búgva í húsunum, ofta umtalað at vera so egin!
Facebook: Ert tú ikki á facebook! Á jøsus, eg skal printa tær uppskriftina út. Bollarnir smakka so væl! Jórun leggur so nógvar góðar uppskriftir út. Jú, mær dámar eisini væl at baka. Eg saknaði heldur ikki uppskriftir áðrenn facebook. Elski kókibøkur.
Royking: Heldur tú, eg kann roykja inni her? Spurdi gamli maðurin teskandi konuna. Eg fekk ilt fyri hjarta av spurninginum. Ongin 80 ára gamal maður ella kona eiga at vera so undirbrotlig. Sjálvsagt kundi hann roykja inni hjá mær. Royki ikki sjálv, legði av áðrenn roykipolitikkurin veruliga slerdi ígjøgnum. Eri so glað um, at eg ikki royki. Forsvari yvirhøvur ikki royking. Ein ringur óvani, sum er sera trupul at sleppa av við. Men bólkatrýst er bara so óhugnaligt.
Atburður: Undarligt rák við óndsinnaðum og ljótum viðmerkingum hevur tikið seg upp á tíðindaportalum. Sum gamalt happingaroffur, so føli eg við teimum, ið standa fyri skotum. Hvat sørin er tað fyri nakað, sum fær fólk at halda, at tað er OK at sleingja alla óhumsku í andlitið á øðrum? Man tað vera ein avleiðing og kanska ein keðiligur uppreistur, tí fólk eru ónøgd við seg sjálv, tí tey orka so illa at renna aftan á øllum hinum? Eitt eyðkenni fyri happarar eru júst, at teir eru ótryggir.
Trivið kundi verið í okkurt annað. Til dømis MínBoks. Herrópið: Nú hava so og so nógv MínBoks! Ja, og hvat so? Sølan av víni økist – fleiri drekka nú vín. Tað skal vera positivt. Kanska er tað tað, eg veit ikki. Men vín er heldur ikki gott fyri livrina. Tó halda vit á onkran hátt tað síggja rættari út at sita við einum vínglasi millum fingrarnar og elektroniskari sigarett millum varrarnar, heldur enn við einum veðri í hondini og balli í munnklovanum. Í norska VG skrivaði sálarfrøðingur í sambandi við hugleiðingar um m.a. børn og foreldur sum vinir í sosialu miðlunum, at har hevur vínglasið næstan tikið plássið frá kaffikoppinum. Tað helt hann sum vera man vera óheppið, tí tað kann gera børn ótrygg. Men tað rákið sær út til at vit ókritiskt taka ímóti.
-----
[email protected]