Simona Weihe
-----
Henda ársins tíð bara so fantastisk við øllum sínum tilboðum: tónleikafestivalar, bátafestivalar, útoyggjastevna, serligir bygdardagar, siðbundnar stevnur við kappróðri, barnafagnaður, familjudagar á skótadeplinum, útferðir í haga og á sjógvi og nú byrjar ólavsøkan.
Allir føroyingar eiga ólavsøkuna. Runt landið sita seymikonurnar og kýta seg at gera seinastu búnarnar lidnar. Tjóðarbúnin er betur umtóktur nú enn nakrantíð. Og tað hevur koyrt undir hugflogið, so í dag sær mann spennandi samansetingar av pløggum hjá kvinnum og monnum. Og hetta skal vísast fram á ólavsøku! Tí ólavsøkan er størsta veitslan.
Mín og tín veitsla, ólavsøkan, er eisini besta dømið um samanhald og samleika. Onki er óført. Ongin er gloymdur. Og einki verður spart. Tjóðin er samlað. Næstakærleikin blómar. Og mong vinaløg og hjúnabond eru komin í lag á ólavsøku.
Tá tað aftur er gerandisdagur hevði eg ynskt, at samanhaldið varir við og vit síggja lítla land okkara sum eina eind, sum vit kunnu gera størri við at binda saman við m.a. undirsjóvartunlum. At fólk í Vágum, Norðoyggjum og øllum hinum oyggjunum fyrsta hugsa um, hvat er best fyri Føroyar og vilja gjalda fyri tað.
Undirsjóvartunlarnir hava gjørt tað so lætt at at búgva og arbeiða, har tú vilt í einum stórum parti av landinum. Eg haldi hetta eru nóg góð dømi til at halda fram við útbyggingum. Og halda uppat at tosa um at koyra frítt, tá tunlarnir eru útgoldnir, men seta okkara land fremst. Og finna upp á nýggjar mátar at gjalda fyri bæði tunlar og brýr.
Las nú ein dagin, at í onkrari bygd í Sandoynni er fólkatalið minkað við heilum 5 prosentum eftir einum ári. Tað ljóðar so syrgiligt. Og hvussu kunnu politikarar bara standa og hyggja at? Tað hevði verið deiligt, um teir bara tóku avgerðina, at vilja øllum Føroyum væl, ikki bara teirra heimstaði og grannabygdum. Halda fram við tunnilsætlanum og soleiðis minka um útjaðaran. Tað er ikki nóg gott bara at tosa um at bremsa fráflytingini. Tí øll vita, hvat í hvussu so er hevði gjørt munin. Frá ALS varð sagt í seinastu viku, at fólk flyta heldur av landinum enn í t.d. aðra oyggj eftir arbeiði. Hetta sigur nakað um, hvussu nógv heimstaðurin hevur at siga fyri tey flestu.
Serfrøðingarnir siga at fráflytingin úr Føroyum fer at økjast. So tað er ikki millum oyggjarnar, at stríðið eigur at standa.