Regatta
Hetta var fyrstu ferð at kappróðrarfelagið Knørrur royndi seg sum fyriskipara av stevnu, og hóast nógvan vind og harðan streym í Kalvebodsløbet,gekk væl at avgreiða teir sjey róðrarnar. Umframt tann góða og spennandi róðurin kundu áskoðarnir gleðast um, at tað ikki dryppaði frá teimum gráu skýggjunum, ið sóu tung og hóttandi út tað mesta av degnum.
Hetta var triðja stevnan í kappingini um at gerðast endaligur Danmarksmeistari í føroyskum kappróðri fyri útisetar. Fyrsta stevnan var í Nordhavn 26. mai, tann næsta var í Ishøj 9. juni. Seinasta stevnan hetta kappingarárið verður í Sorø 8. september. 20. oktober verður stór veitsla fyri rógvarar og onnur við áhuga fyri rógving í Føroyahúsinum.
Úrslitini og stigabýti aftaná Knørrur Regatta 2007:
6 mannafør menn tíð
1 Brundurin 5.43,10
2 Skarvur 5.43,11
3 Neystið 5.44,92
4 Knørrur 5.50,51
DM-Støða stig
1 Brundurin 9
2 Skarvur 8
3 Neystid 7
4 Knørrur 6
5 Skæling 1
-
6-mannafør gentur tíð
1 Neystið 6.24,48
2 Knørrur 6.31,28
DM-Støða stig
1 Neystið 11
2 Knørrur 10
6-mannafør, kvinnur tíð
1 Knørrur 6.41,08
2 Neystið 7.01,73
DM-Støða stig
1 Knørrur 12
2 Neystið 9
3 Sóljan 2
6-mannafør dreingir tíð
1 Brundurin 5.41,84
2 Knørrur 6.04,04
3 Vesturskinið 6.10,86
DM-Støða stig
1 Knørrur 9
2 Brundurin 7
3 Vesturskinið 5
4 Sverige 1 4
5 Skarvur 2
-
6-mannafør, nordisk tíð
1 Føroyar 5.54,52
2 Danmark 6.19,34
DM-Støða stig
1 Føroyar 8
2 Danmark 6
3 Sverige 2
4 Grønland 1
5 Ísland 0
10-mannafør, menn tíð
1 Tvørábáturin 5.18,88
2 Vágbingur 5.44,74
DM-Støða stig
1 Tvørábáturin 12
2 Vágbingur 8
3 Havnarbáturin 3
10-mannafør, veteranar tíð
1 Tvørábáturin
DM-Støða stig
1 Tvørábáturin 12
2 Vágbingur 5
3 Havnarbáturin 3