Beint nú eru heili seks NATO-krígsskip at síggja millum føroysku oyggjarnar. Krígsskipini eru úr Týsklandi, Hollandi, Portugal og Canada, og á tænastuni MarineTraffic bera tey øll navnið "NATO Warship", altso "NATO-krígsskip".
Talan er um seks skip, sum eru partur av herflotabólkinum "Standing NATO Maritime Group 1", sum regluliga patruljerear saman í Norðuratlantshavinum.
Men at hesi krígsskipini nú knappliga eru í Føroyum, er komið óvart á nógvar føroyingar í seinnapartin í dag.
So hvat gera hesi skipini her? Og hví eru tey komin akkurát til Føroya?
– Tey hava spurt, um tað var í lagi, at tey komu framvið her. Tey sigla bara framvið, frá einum staði til annað, upplýsir Arktisk Kommando, sum er myndugleikin, ið er millumlið millum viðkomandi myndugleikar.
Fingu loyvi
Sum oftast eru skip sum hesi uttan fyri 12 fjórðingar, og tá hevur man ikki tørv á diplomatiskum loyvi. Men í hesum førinum hava tey søkt um at sleppa inn um føroyskt sjóumveldið og hava biðið um at koma nærri landi.
Umsókn er komin inn til Arktisk Kommando, um hesi seks skipini kunnu sigla ígjøgnum Føroya á veg norður eftir. Síðani eru boðini farin víðari til Uttanríkistænastuna í Landsstýrinum, sum so hevur givið skipunum loyvið at koma hendan vegin. Vanlig mannagongd er, at Landsstýrið fær høvið at gera viðmerkingar til, um loyvi verður latið ella ikki.
– Vanligvís hava vit ongar viðmerkingar, so leingi tey halda seg til treytirnar og til dømis ikki bera CBRN-vápn, sigur Svein Magnason úr Uttanríkistænastuni.
CBRN stendur fyri "Chemical, Biological, Radiological and Nuclear Weapons" - altso millum annað kjarnorkuvápn.
##med3##
Skipini hava sambært Uttanríkistænastuni ikki kjarnorkuvápn umborð.
– Okkara treyt er altíð, at tey ikki hava kjarnorkuvápn umborð. Hesi skipini eru úr Hollandi, Týsklandi, Kanada og Portugal. Hesi lond eru ikki kjarnorkuveldi, so tað ganga vit sjálvandi ikki út frá. Tí eru tey neyvan heldur ikki kjarnorkurikin, sigur Svein Magnason og leggur aftrat:
– Vit hava fylgt púra vanligari mannagongd.
– Tað er einki óvanligt í hesum
Skipini skulu hvørki venja ella leggja at í Føroyum. Talan er bara um gjøgnumsigling, sambært Uttanríkistænastuni.
Men hví verður tað allíkavæl ikki fráboðað almenninginum, at seks NATO-krígsskip koma at sigla millum oyggjarnar?
– Tað er ein viðkomandi spurningur at seta. Men vit síggja hetta sum "business as ususal". Tað er sum so einki óvanligt í tí, at tey sigla hendan vegin og framvið. Men støðan í heiminum er í broyting, og tað ávirkar sjálvandi eisini Føroyar. Okkurt bendir á, at trygdarpolitikkur fyllir meria á dagsskránni, enn hann hevur gjørt, og NATO hevur størri fokus á okkara økið, sigur Svein Magnason.
##med2##
##med4##