Umframt tey mongu, ið mannaðu kór og orkestur, so høvdu sera nógv fólk leitað sær í Vágs kirkju í dag, tá tann fyrsta konsertin var í eini røð, har tónleikurin hjá Knút Olsen verður fagnaður.
Uffe Bærentsen, stigtakari, legði fyri og fegnaðist um stóru undirtøkuna, ið konsertrøðin hevur fingið millum manna og millum stuðlar.
Kór, orkestur og barnakór. Hesi øll gjørdu hvør sær, og saman, hesa heiðursløtu sera hugtakandi. Sum ofta hevur verið havt á lofti, so eru løgini hjá Knúti løg, sum flestu føroyingar kenna og duga. Løtan í dag var hugtakandi og staðfesti, at sera melodiøsu løgini hjá Knút Olsen hava tað við at fara "beint inn". M.a. var tað staðfest við at eitt lag, sum ikki hevur verið so nógv frammi, varð sungið sum felagssangur, og urguleikarin spældi tvey ørindi, og síðani var lag á manni at synga við, og væl ljomaði.
Kórini og tónleikarar høvdu nógv løg hjá tónaskaldinum á skrá, og sera hugtakandi var syrpan, sum Atli K. Petersen hevur sett saman fyri kór og tónleikarar, við løgum efir Knút Olsen.
Tónaskaldið Knút Olsen var hjástaddur í dag, eins og hann ætlandi verður tað komandi konsertirnar. Hann segði seg eftir konsertina vera rørdan av fagnaðinum, og av hesi konsertrøð, ið nú er farin av bakkastokki.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
FAKTA
Sunnudagin, 27. oktober klokkan 15:00 í Vágs kirkju:
Kirkjukórið Ljómur, Vestmanna sangkór, Skúlakórið í Vágs Skúla, træblásarar og Tvøroyrar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen.
Týskavøldið 29. oktober klokkan 20:00 í Sandavágs kirkju:
Vágakórið, Havnarkórið, Tarira, Sørvágs hornorkestur og Vestmanna hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen.
Mikukvøldið, 30. oktober kl. 19:00 í Fuglafjarðar kirkju:
Fuglafjarðar sangkór, Eystanljóð, Fuglafjarðar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen
Hóskvøldið, 31. oktober kl. 20:00 í Christianskirkjuni:
Kórið í Christianskirkjuni, Stranda sangkór, Gøtu kirkju ungdómskór, Barnakór í Klaksvík, Klaksvíkar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen
Leygardagin, 2. november kl. 16:00 í Vesturkirkjuni:
Eystanljóð, Fuglafjarðar sangkór, Tórshavnar manskór, Tórshavnar kamarkór, Havnarkórið, Tarira, Gentur úr Musikkskúlanum, Havnar hornorkestur, GHM, fólk úr hinum kórunum og Hanne
Marit Mordal Iversen
Kór og orkestur kring landið venja í hesum døgum konsertskrá at framføra í samband við, at Knút Olsen verður heiðraður fyri sín tónleik. Knút er føddur í Sandavági í 1945. Hann tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Tjørnuvík og í Tórshavnar kommunuskúla.
Uffe Bærentsen úr Vestmanna hevur altíð verið hugtikin av tónleikinum hjá Knúti. Nú Knút nærkast teimum 80 árunum, hugsaði Uffe at hetta átti at verið markerað onkursvegna. Í samstarvi við Knút sjálvan og tónaskaldið Atla K. Petersen er ein sonevnd tónleikalig syrpa gjørd við átta av løgum, sum Knút hevur skrivað. Syrpan er skrivað fyri hornorkestur/harmoniorkestur og kór.
Syrpan verður framførd kring landið saman við lokalum orkestrum og kórum. Kórini framføra eisini sjálvi eitt úrval
av tónleiki hjá Knúti á konsertunum.
Stóra finalan verður í Vesturkirkjuni leygardagin 2. november, tá øll luttakandi kórini í verkætlanini koma til Havnar at syngja.