Keypir tú fýrverk?
- Nei, ikki í ár. Eg eri burtur annaðhvørt ár, so í ár verður tað helst konan og dreinginir sum keypa, sigur kendi kokkurin umborð á Kongsborg, skálvíkingurin, Joen Peter Petersen.
Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?
- Eg eri umborð á Kongsborg á Oseberg-feltinum í Norðsjónum, og eg vænti, at nýggjárið verður hildið á havinum. Eru vit hepnir, kann henda, at vit liggja við bryggju í Florø.
Joen Peter Petersen sigur, at skiparin hevur bjóðað sær at gera døgurðan gamlaársdag, og hann fer at borðreiða við haru. Tað gleði eg meg til. Tað verður gott at vera eg hendan nýggjársaftan, tá skiparin verður kokkur - og kokkurin verður skipari á Kongsborg, meðan døgurðin verður tilreiddur.
- Omaná ein góðan harudøgurða, fáa vit helst kaffi, ís og kransakøku, og kanska syngja vit onkrar sangir, um stundir verða til tess. Hvør veit, um ikki eisini ein spurnarkapping verður millum skipini hjá Skansi, nú húsamaðurin á Sjóborg eftir øllum at døma bjóðar av.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?
- Tað eru nógvar upplivingar, sum eru gjøgnum eitt heilt ár, sum eru góðar, og sum tú hevur fyri teg sjálvan. Men, eg kann gott deila hesa einu. Hon er, at eg eri úttikin til at verða á servicu-liðnum hjá Team Rynkeby, sum skal koyra til París komandi summar saman við øllum súkklarunum.
Joen Peter Petersen sigur, at øll hesi gera eitt megnararbeiði at samla pening inn - ja, hattin av fyri teimum, og hann gleðir seg til hetta tiltak til frama fyri eitt sera gott endamál.
Og hvat var tað keðiligasta í 2018?
- Uha, ja hvat skal tað vera? Tað er ikki so lætt at finna, men til stuttleika kann eg siga, at tað keðiligasta er, at Liverpool liggur á 1. plássi, og okkara Spur’s eru nummar 2. Men, vit taka teir skjótt aftur, og um 14 dagar er Tottenham á fremsta plássi.
Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?
- Minus 20 kilo, hugsi eg. Men, tað er so lætt at koyra okkurt gott í munnin, tá tú sjálvur hevur tað til arbeiði at gera mat. Tað er so stutt til munnin - og so verður vektin hareftir, sigur hann brosandi.
At enda ynskir Joen Peter Petersen øllum eitt gott nýggjár og Harrans signing í nýggja árinum til alt Føroya fólk.