Tíðliga í morgun komu partrolararnir, Vestmenningur og Fram, á Kollafjørð við stórari last av gulllaksi. Tað er heimasíðan há Jóanisi Nielsen, sum ber hesi tíðindi í morgun.
Vestmenningur og Fram eru tvey av seks skipum, sum í vertíðini eru á gulllaksaveiði.
Jóanis Nielsen skrivar, at nú skipini landa í Kollafirði í morgun, hava tey umleið 300 tons tilsamans.
Vestmenningur og Fram loysa til nýggjan túr aftur í kvøld.
Hini fýra skipini, sum eru á gulllaksaveiðini, eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin - og Polarhav og Stjørnan.