Kollafjord Pelagic stríðist við fyrrverandi starvsfólk

Frystivirkið í Kollafirði skyldar fyrrverandi tekniska leiðaranum, Christiani Oluf Simonsen, 230.000 krónur í løn og frítíðarløn. Landsstýrismenninir, Johan Dahl og Bárður Nielsen, noktaðu báðir at rinda uppsøgdu starvsfólkunum løn og frítíðarløn

Goymslu- og frystivirkið, Kollafjord Pelagic, er aftur í andglettinum. 8-10 fyrrverandi starvsfólk stríðast við at fáa sína løn og frítíðarløn útgoldna. Starvsfólkini vórðu øll uppsøgd í tíðarskeiðnum 2001-2002, men tey fingu ongantíð partar av lønini og frítíðarlønina útgoldið, sum tey sambært løgtingslóg hava krav upp á.
Fleiri av starvsfólkunum, sum Sosialurin hevur verið í samband við, ynskja ikki at úttala seg alment, tí flestu teirra eru um at finna semju ella hava fingið semju við virkið í Kollafirði.
Flest øll teirra fáa hjálp frá fakfeløgum og sakførara í málinum. Ein teirra, ið ikki vil verða nevndur, sigur, at serliga eftir, at Kollafjord Pelagic fekk nýggja leiðslu, hevur gingið lættari at fáa glið á og nú røkist fyri, at málini verða avgreidd.
Sum skilst er tað serliga lønarparturin sum ósemja er um. Fyrrverandi starvsfólkini á Kollafjord Pelagic og leiðslan á virkinum eru ikki á einum máli um, hvussu nógv løn skal rindast. Stjórin á Kollafjord Pelagic, Sofus Poulsen, váttar, at virkið er í samráðingum við fleiri av fyrrverandi starvsfólkunum
-Tað er rætt, at nøkur mál koyra. Vit hava gjørt semju við nøkur av fyrrverandi starvsfólkunum, men tað er framvegis ósemja við nøkur av teimum, sigur Sofus Poulsen í stuttari viðmerking

230.000 krónur
Ein teirra, ið framvegis ikki hevur fingið semju við Kollafjord Pelagic er Christian Oluf Simonsen. Í løtuni hava hann og sakførari hansara eina sak koyrandi við Kollafjord Pelagic, har teir krevja 230.000 frá virkinum í Kollafirði fyri vantandi løn og frítíðarløn
27.september í 2002 fekk Christian Oluf Simonsen boðini um, at hann var uppsagdur á Kollafjord Pelagic. Sum tekniskur leiðari á virkinum hevði hann krav upp á at fáa tríggjar mánaðir við løn. Hesa løn fekk hann kortini aldrin.
Christian Oluf arbeiddi á Kollafjord Pelagic í góð tvey ár og hesa tíðina vann hann sær eisini nógva yvirtíð. Hann hevur kortini ongantíð sæð eitt oyra av yvirtíðini, sum hann hevur krav upp á.
Hann sigur, at Kollafjord Pelagic skyldar honum góðar 200.000 krónur í løn og frítíðarløn, men í samráð við sakførari hansara hava teir valt at leggja 30.000 afturat í rentum og mistum inntøkur síðan uppsøgnina.
Í tíðini eftir, hann varð uppsagdur, hevur tað gingið sera strilti at fáa pengarnar útgoldnar og nú vit skriva februar í 2004, hevur hann framvegis ikki fingið sínar pengar. Í juni mánaði í fjør fekk Christian Oluf Simonsen nakað av frítíðarlønini útgoldið, men framvegis restar nógv í.

Landsstýrismenn í miðdeplinum
Nýggju landsstýrismenninir við ávikavist fiskivinnu- og fíggjarmálum, Johan Dahl og Bárður Nielsen hava báðir havt týðandi størv á Kollafjørð Pelagic seinast tvey árini. Johan Dahl varð settur sum stjóri á virkinum á heysti í 2002 og Bárður Nielsen hevur seinastu árini verið roknskaparleiðari á Kollafjord Pelagic.
Hóast Kollafjord Pelagic hevði skyldu at rinda uppsøgdu starvsfólkunum løn og frítíðarløn, sýttu kortini Bárður Nielsen og Johan Dahl fyri at gjalda. Nýggju landsstýrismenninir vóru løgtingslimir um tað mundi, men kortini valdu teir sum lóggevarar at bróta lógina við at sýta fyri at rinda frítíðarløn og løn til fyrrverandi starvsfólkini.
Fyrrverandi roknskaparleiðarin á Kollafjord Pelagic og nýggi Fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen, sigur í stuttari viðmerking, at málið um frítíðarlønina varð avgreitt í fjørsummar.
-Kassin var snøgt sagt tómur og tí var einki at gjalda við. Eg var við til at finna semju um frítíðarlønina í fjørsummar og hvat viðvíkur lønini, kann eg ikki úttala meg um, tí eg eri ikki partur av virkinum longur. Eg havi ikki hoyrt annað til frítíðarlønina síðan, og eg dugi ikki at siga tær, hvat er hent aftaná, sigur Bárður Nielsen.
Johan Dahl var settur sum stjóri á virkinum eftir, at starvsfólkini vórðu søgd úr starvi. Hann var kortini stjóri á virkinum 1.mai í 2003, tá frítíðarlønin til starvsfólkini skuldi útgjaldast.
Tað eru greiðar ásetingar í løgtingslóg um, at starvsfólk altíð hava rætt til frítíðarløn og løn, men kortini sýtti Johan Dahl sum stjóri at útgjalda pengarnar. Vit royndu í morgun at fáa fatur á Johan Dahl til eina viðmerking, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Langt úti
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, kennir væl til málið. Fleiri av fyrrverandi starvsfólkunum á Kollafjord Pelagic eru limir í Føroya Arbeiðarafelag og tí hevur málið eisini verið umrøtt í felagnum. Ingeborg Vinther er alt annað enn fegin um, at tveir landsstýrismenn hava verið við til at sýta at gjalda løn og frítíðarløn
- Tað sum er hent á Kollafjord Pelagic er niðurgerandi fyri arbeiðaran. Tað er eisini langt úti, at tveir mans í landsins leiðslu vóru við til at snýta starvsfólkini. Hvussu skulu vit hava álit og trúvirði á slíkum monnum, spyr Ingeborg Vinther.