Kollfirðingar fáa maritimar umstøður

- Nýggju umstøðurnar í bátahylinum við Sjógv í Kollafirði eru góðar, og nú verða tær enn betri, sigur Jákup Dam, býráðslimur.

Kollafjørður fekk í fjør dagførdan bátahyl við nýggjum bátabrúgvum, sum bátaeigarar eru ógvuliga fegnir um, og tað er bátahylurin við Sjógv, sum verður umrøddur. Eitt, sum tó er eftir at gera, áðrenn umstøðurnar eru optimalar, er ein nýggjur bátadráttur.

 

- Vit fara at flyta bátadráttin, soleiðis at mest møguligt fæst burtur úr brúgvunum, sum liggja nærmast dráttinum, og soleiðis fáa vit eisini ein nýggjan og betri bátadrátt.

 

Tað sigur Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu og formaður í teknisku nevnd býráðsins.

 

Hann vísir á, at nýggju umstøðurnar í bátahylinum við Sjógv eru kærkomnar, og Kollafjørður hevur eisini bátafelag, har limir í felagnum hittast í felagshúsinum á bryggjuni leygarmorgnar.

 

Seinnu árini hevur bátasigling vundið alt meira upp á seg, og um sumrarnar eru fleiri tiltøk við bátastevnum og bátahugna kring landið, umframt at bátar og bátsfólk javnan leita sær til traditionellu summarstevnurnar.

 

Í Kollafirði eru tey eisini væl ígongd við at skipa eitt maritimt umhvørvi við Sjógv og umframt tær dagføringar, sum longu eru gjørdar í sjálvum hylinum, skal nú eisini vognur setast uppi á bryggjuni við brúsu, wc, vaskimaskinu og turkitrumlu til fólk í gestabátum at brúka.

 

- Ætlanin er eisini, at wc á bryggjuni skal vera opið fyri almenninginum, sigur Jákup Dam.

 

Í sjálvum bátahylinum eru eisini umstøður hjá gestabátum at koma á vitjan, og nú vognurin við neyðugum fasilitetum kemur aftrat, verða umstøðurnar hjá bátaeigarum - og eisini gestabátum - optimalar.

 

- Nýggju bátabrúgvarnar hava eisini ljós, streym og vatn til bátarnar, sigur býráðslimurin, Jákup Dam.