Kom í Norðurlandahúsið við grønmetinum, sum tú ætlar at koyra í skrell

Kann mann koyra grønmeti í sankutøðini? Hvussu við kaffigruggi? Hvussu gerst maturin til sankutøð og rotnar ikki?

 

Kann mann koyra grønmeti í sankutøðini? Hvussu við kaffigruggi? Hvussu gerst maturin til sankutøð og rotnar ikki?

 

Í sambandi við Frítt Flog, festivalurin fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum, kunnu bæði børn og vaksin fáa eina rúgvu at vita um sankutøð. Á festivalinum verða bæði kompostverkstova, kompostframsýning eins og tú kanst taka matleivdir við tær heimanífrá til kompost.

 

Tað er eitt gott hugskot at fara í holt við sankutøð, um mann hugsar um umhvørvið, tí tá vit tveita grønmeti í sankutøðini heldur enn í skrellispannina, brenna vit av hesum sama minni burturkast, eins og vit sleppa undan kunsttøð, samstundis sum CO2 útlátið minkar við at binda kolevni í jørðina.

 

Tjóðhild Patursson undirvísir um sankutøð á festivalinum.

 

16. apríl, kl. 14.30

Kompostverkstova

við Tjóðhild Patursson (aldursmark: 8+) (fá pláss eftir)

 

15.-23. apríl, kl. 10-17

Komposthúsið

Framsýning um kompost – og møguleiki at lata tínar matleivdir til sankutøð.

 

Øll skráin fyri Frítt Flog sæst her: nlh.fo