Eyðbjørn Thomsen, sum arbeiðir í Norðsjónum, skuldi eftir ætlan vera við tyrluni, sum datt niður norðan fyri Bergen í morgun.
- Hatta var eitt øgiligt sjokk og setur heilt víst nógvar tankar í gongd, tað kanst tú ætla, sigur Eyðbjørn Thomsen.
Hann arbeiðir í Norðsjónum og fór út á Gullfaks 15. apríl. Hann arbeiðir fyri eitt norskt felag og ætlandi skuldi hann vera úti í tvær vikur.
- Returbillettin stóð til at vera inn aftur av landi í Bergen klokkan 10 í morgun, og tað er júst á hesum túrinum, á veg inn aftur, at vanlukkan hendi, sigur hann.
Arbeiðið gjørdist tó liðugt eftir seks døgum, og Eyðbjørn Thomsen kom tí inn aftur í síðstu viku.
- Gud havi lov fyri at eg kom inn aftur í síðstu viku. So hetta er ein eitt sindur snedigur dagur, sigur hann.
Eyðbjørn Thomsen hevur verið á skeiðið í Havn og skuldi eftir ætlan á aðalfund hjá SEV seinnapartin. Hann rýmdi tó skjótt av fundinum, tá hann sá tíðindini.
- Hetta setir heilt víst nakrar tankar í gongd. Vit flúgva ómetaliga nógv og man hugsar nógv um trygdina. Man væntar sjálvandi ongantíð, at ein vanlukka skal raka seg, men tað kundi verið í hesum førinum. Eg eri eitt sindur skelkaður, ja, sigur hann.
- Nú skal eg sleppa mær suður aftur sum skjótast, sigur Eyðbjørn Thomsen.
13 fólk vóru við tyrluni, sum datt niður, tá hon var á veg inn aftur til Bergen av Gullfaks-oljuøkinum í morgun. 11 teirra eru funnin, deyð. 11 norðmenn, ein breti og ein italiumaður vóru við tyrluni.