Kom sum snarljós av bláum himli

Higartil hevur Karsten Hansen bara skert virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men nær verður nakað sett ístaðin?

 

Tað er rættiliga fallið løgtingskvinnum úr Klaksvík fyri bróstið, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av gera eina heildarætlan fyri urologi í Føroyum, har virksemið verður býtt sundur ímillum tey trý sjúkrahúsini.

 

Les eisini: Johan skal fáa tey trý sjúkrahúsini at samstarva

 

Men hetta eru tingkvinnur í Klaksvík rættiliga misnøgar um og nú krevja bæði Elsebeth Mercedis Gunneleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og Eyðgun Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, at fáa eina frágreiðing frá landsstýrismanninum

 

Tær vísa báðar á, at urolgi hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eini 20 ár við góðum úrsliti.

Tí vilja tær hava at vita, hví urologi skal flytast av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og, hvussu nógv virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsið nú fer minka av hesum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at ætlanin at umskipa urologiviðgerðina, kom sum snarljós av klárum himni.

- Spurningurin er, um nakað nýtt er komið fram, sum vit ikki vita um, sum er orsøkin til at urologiin skal flytast.

Tað er hetta, hon vil hava Karsten Hansen at greiða frá.

- Hvar sjúklingurin er í øllum hesum. Nú skal hann til undankanning í Klaksvík. Til Suðuroyar, ella til Havnar, at skurðviðgerast og til samtalu í Havn.

- Sjúklingarnir eru ikki í tí yngra endanum og tí mugu teir oftast hava fylgjara við. Fyrr skuldu teir til eitt stað og tað var í Klaksvík. Nú skulu teir kanska á trý støð, sigur hon.

 

 

Les eisini: Ein ljót gerð ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

 

Eyðgun Samuelsen spyr, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri talið á starvsfólki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hon vil eisini hava at vita, um Karsten Hansen hevur tikið nakra avgerð um, hvat virksemi skal vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í framtíðini

- Henda avgerð tykist at vera beint ímóti tí, ið landsstýrismaðurin higartil hevur ført fram um, hvussu umráðandi tað er at savna viðgerðir á einum staði fyri at kunna gagnnýta serkunnleikan, bæði tann læknafakliga og tann røktarfakliga. Og ikki minst, fyri at fáa sum mest viðgerð fyri játtaða peningin. 

 

- Tað vekir undran, at landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at niðurlaða og flyta virksemið, ið hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eini 20 ár, og sum hevur virkað sera væl.

Og nú vil Eyðgun Samuelsen hava at vita, hvat virksemið, ætlanin er at leggja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ístaðin fyri urologi, sum skal niðurlagast.