Í januar koma umboð fyri Novo Nordisk grunninum til Føroya at tosa um, hvussu tey kunnu verða við til at bøta um viðgerðina av diabetis sjúklingum í Føroyum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Tað var á sumri í 2018, at Novo Nordisk grunnurin spurdi seg fyri hjá føroyskum myndugleikum um áhugi er fyri einum samstarvi ímillum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin um eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Nú er hálvtannað ár farið og tí vil sambandsmaðurin hava at vita, hvussu landið liggur.
Málið varð annars tikið upp í summar, tá ið undanfarna landsstýriskvinna í heilsumálum, Sirið Stenberg, skipaði fyri kunningarferð til Novo Nordisk í Danmark og tá varð avgjørt at arbeiða víðari við málinum.
Og nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen aftur verið á fundi við Novo Nordisk grunnin, og nú hevur hann avtalað, at umboð fyri grunnin koma til Føroya í januar.
Tá er eisini ætlanin at seta arbeiðsbólkar at arbeiða víðari við málinum og at útgreina, hvat hetta samstarvið, ítøkiliga, skal snúgva seg um.
Endamálið er at bøta um diabetis-viðgerina í Føroyum, men tað skal sjálvsagt gerast í samráð við føroyska heilsuverkið.
Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin hjá Novo Nordisk grunninum er ikki at leggja seg út í, hvussu vit reka okkara heilsuverk, men talan er um at stuðla ymsari gransking í diabetis og stuðla upp undir at fáa eina munadyggari viðgerð.
Hann sigur, at hann ætlar at fáa allar flokkar í Løgtinginum við í viðgerðina, tí hann heldur, so at allir flokkar verða við í viðgerðini. Hann heldur nevniliga at hetta eigur at verða eitt felags, politiskt mál at menna okkara heilsuverk.
– Vit í Føroyum skulu eisini finna eina semju um treytirnar fyri einum samstarvi við Novo - Nordisk, so at vit ikki gera okkum inn á tær grundreglur, sum eru galdandi fyri okkara heilsuverk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen