Komandi fløgur

Kaizers Orchestra

Heiti: »Maskineri«

Útgávudagur: 18. februar 2008

Stutt um: »Maskineri« er klaverrútmur og Kaizershuglag, sum vit kenna tað. Hon hevur nýggj, etnisk løg og hugskot í hasum vælsignaða haminum, sum ongantíð fær teg at ivast í, hvørt tað er Kaizers Orchestra, tú hoyrir ella ikki. Ein spennandi útgáva afturat teimum áður útkomnu, spennandi útgávunum.

Staklag: »Enden av november«

Plátufelag: Kaizerecords

www.myspace.com/kaizerso

Keyp fløguna á iTunes

 

--------

 

Under Byen – Live EP við

Danmarks Radio Symfoniorkester

Heiti: »Siamesisk«

Útgávudagur:18. februar 2008

Stutt um: »Siamesisk« er ein live konsert við fýra løgum á. Er upptikin í apríl 2007 í Keypmannahavn, tá Under Byen hevði konsert saman við symfoni­orkesturinum hjá Danmarks Radio. Fløgan verður útgivin í 2000 eintøkum í Danmark og 2000 eintøkum í Canada, umframt eisini digitalt og á vinyl.

Plátufelag: Morningside records

myspace.com/underbyen

Keyp fløguna á iTunes, amazon.com ella beinleiðis av teirra myspace síðu.

 

--------------

Goldfrapp

Heiti: »Seventh Tree«

Útgávudagur: 25. februar 2006

Stutt um: Alison Goldfrapp og Will Gregory manna duoina Goldfrapp, ið (eftir eitt stórt kommersielt gjørgnumbrot við diskoinspireraðu elektronika útgávuni »Supernature« í 2005) nú venda aftur til sveimandi, ambienta ljóðið, ið tey byrjaðu sína tónleikakarrieru við fyri nýggju árum síðani. Seinasta útgávan seldi yvir eina millión eintøk, og vónirnar fyri komandi útgávuna eru eins høgar.

Staklag: »A&E«

Plátufelag: Mute Records

myspace.com/goldfrapp

Keyp fløguna á recordstore.co.uk/goldfrapp ella á iTunes

---------------------

 

 

Janet Jackson

Heiti: »Discipline«

Útgávudagur: 26. februar 2008

Stutt um: R&B drotningin gevur í hesum mánaðinum sína tíggindu studiofløgu út. Hesaferð í samstarv við framleiðaran og stjóran á Island Records, L.A Reid. Ljóðið, ið Miss Jackson og Reid hava lagt seg eftir, er tað ráða, elektroniska, ið dominerar popp-heimin í løtuni (dømi: »Blackout« hjá Britney Spears) Singlurnar vísa tað eitt sindur, men um tað veruliga er eydnast, kemur í ljós um góðar tvær vikur.

Staklag: »Feedback« og »Rock With You«

Plátufelag: Island Records

myspace.com/janetjackson

Keyp fløguna á iTunes ella á amazon.com