Komið so við kanónunum

Føroyska liðið hevði seinastu venjingina undan dystinum í Fraklandi í gjár, og nú verður bara bíðað, til dysturin verður blástur ígongd klokkan 20 føroyska tíð

(Sochaux, Frakland): Landsliðið var og vandi á Auguste Bonal-leikvøllinum, sum er heimavøllur hjá Sochaux. Talan er um eitt vakurt hugnaligt stadion, har einir 20.000 áskoðarar rúmast. Tað í sjálvum sær ger helst, at umstøðurnar eru minni ræðandi, enn tær annars kundu verið, og hartil tykist vøllurin eisini hóskað okkara monnum væl. Bæði tí undirlendið tóktist rættiliga fast, og tí vøllurin ikki hevur maksimalu støddina. Tað vil siga, at metrarnir í bæði longd og breidd eru færri, og hetta vil alt annað líka vera ein fyrimunur hjá einum liði, sum fyri tað nógva kemur at standa í verjustøðu.
 
Fáar broytingar
Og tað koma okkara uttan iva. Taktikk fundurin hjá hópinum varð ikki fyrr enn um døgurðaleitið í dag, men tað er nokk eingin sum helst orsøk at ivast í, at uppleggið verður sera verjukent.
Og eins lítil ivi man vera um, at uppstillingin í størst møguligan mun verður tann sama, sum hon var móti Litava leygardagin. Einasta ivamálið í so máta er Pauli G. Hansen, sum enn ikki hevur vant restini av hópinum. Sjálvur letur Pauli tó væl at, og vónin er framvegis, at hann er tøkur til dystin. Um so er, at Pauli ikki fær tikið lut, verður tað Kári Nielsen, sum skal loysa av á miðvøllinum. Tað gjørdi hann eisini týskvøldið, tá taktiskar venjingar við verjupartinum stóðu á skránni.
Og so er spurningurin væl eisini, hvørt onkur taktisk justering verður gjørd. Serstakliga kann roknast við, at Rógvi Jacobsen verður togaður nakað aftur á vøllin, so hann í størri mun verður hangandi áleypari í eini 4-4-1-1 uppstilling, sum helst sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Marni Djurhuus Jákup á Borg, Pauli G. Hansen (Kári Nielsen), Mikkjal Thomassen, Símun Samuelsen Rógvi Jacobsen Christian Høgni Jacobsen.