Bingjuplássini eru kommunal ogn og kommunan hevur ábyrdina av at reka plássini og at halda tey og øki kring tey ruddilig. Uppgávan hjá IRF er at lata bingjur til plássini og at tøma bingjurnar.
Skipanin frá byrjan
Í eini grein í Dagblaðnum í mai 1989 skrivaði táverandi nevndarformaðurin í IRF, Jógvan Isaksen, soleiðis um kommunalu bingjuplássini.
Á hesum bingjuplássum verða í minsta lagi ein bingja til tað, sum skal brennast, og ein til tað, sum ikki skal brennast. Á teimum størru plássunum kunnu verða fleiri bingjur av hvørjum slag.
Nøgdin av bingjum er sett soleiðis, at fyri hvørji umleið 500 fólk verður ein 10 m3 bingja til tað, sum skal brennast, umframt ein bingja til tað, sum ikki skal brennast. Bingjurúmdin svarar sostatt til, at hvørt húsarhald hvørja viku kann sleppa av við umleið líka nógv burturkast (á bingjuplássinum, undr.), sum ein vanligur ruskposi tekur.
Bingjuplássini eru bert ætlað vanliga húsarhaldinum og eru sostatt ikki til handlar og virki. Tey skulu sjálv hava bingjur ella aðra avtalu við IRF.
Soleiðis var ætlanin at bingjuplássini skuldu virka, tá IRF byrjaði sítt virksemi, og soleiði er framvegis ætlanin at bingjuplássini skulu virka. Men siðir broytast.
Verandi skipan
Síðani IRF byrjaði sítt virksemi er staðfest í kunngerð frá 1995, at kommunan skal hava móttøkustøð (t.d. bingjupláss) til burturkast frá borgarunum.
Heilsufrøðiliga starvstovan hevur síðani 1998 sett størri krøv til skiljing og viðgerð av burturkasti í fylgiskjali til umhvørvisgóðkenningar hjá IRF.
Aðalfundurin, sum er hægsti mynduleiki hjá IRF, samtykti í 1999, at IRF skuldi fara undir endurnýtsluskipanir til metal, plast og pappír.
Størri krøv verða sett til burturkast, sum skal endurnýtast, enn til burturkast, sum skal brennast ella tyrvast. Av tí at ein stórur partur av gomlum jarni, gomlum bildekkum og pappi til IRF kemur av kommunalu bingjuplássunum, er neyðugt at hava góðar skiljimøguleikar á teimum. IRF hevur tí tey seinastu fýra árini heitt á kommunurnar um at skipa bingjuplássini betri. Millum annað hevur IRF mælt til, at:
?plássini bert eru opin ávísar tíðir
?plássini eru mannað, tá opið er
?plássini bert taka ímóti burturkasti frá húskjum
?tað skal í minsta lagi vera møguligt at skilja burturkast soleiðis:
?tað, sum skal brennast
?pappír & papp
?jarn & metal
Fleiri av størru kommununum hava seinastu tvey árin gjørt eitt munagott arbeiði á hesum øki, meðan flestu meðalstóru og smærru kommununum halta eftir, men undantøk eru. Nógvar av smæstu kommununum hava enn einki bingjupláss.
Bingjuplássini eru framvegis bert ætlaði til burturkast frá vanligum húsarhaldi svarandi til ein ruskposa um vikuna íroknað hvítvørur, elektronisk tól v.m.
Sjálvstøðug vinnurekandi, handlar, stovnar og virki í limakommununum skulu seta seg í samband við IRF viðvíkjandi burturkasti. Hetta skula vanligir borgarar eisini gera, um teir hava serliga stóra nøgdir av burturkast, t.d í sambandi við umvalingar av sethúsum og tílíkt.