Kommunan hevur ábyrgdina av at taka dálking upp

Landsstýrismaðurin sigur, at reglurnar eru greiðar - men tinglimir siga, at hetta er eitt dømi um, at lógir og reglur gera ikki mun

Tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av at upptakinum, tá ið oljudálking er á landi.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum. Og hann sigur, at reglurnar á hesum øki eru púra greiðar.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur reist spurningin á Løgtingi.

Hon vísir serliga til eina hending í Froðba fyri tveimum árum síðani, tá ið 1800 litrar av brennievni runnu í náttúruna, tá ið Effo skuldi fylla tangarnar við tyrlupallin í Froðba.

Hóast tvey ár eru farin, er dálkingin framvegis ikki tikin upp tí partarnir eru ósamdir um, hvør hevur ábyrgdina av tí.

https://www.in.fo/news-detail/news/eigarin-stendur-eftir-vid-apuni-hoast-hann-er-osekur/?no_cache=1Les eisini: Eigarin situr eftir við apuni - hóast hann er ósekur

– Í nevnda føri er enntá talan um ein stóran almennan stovn, Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar, og eina stóra oljufyritøku, sum eru partar av málinum, og óhappið hendi í einari lutfalsliga stórari kommunu í Føroyum. Kortini er tað eigarin ið stendur við svartaperi, hóast hann onga skyld hevur av dálkingini,sigur Bjørt Samuelsen.

Helgi Abrahamsen sigur, at tá ið talan er um oljudálking á landi, og oljudálking í bátahylum og inni í havnarløgum, er tað eingin ivi um, at tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av at fáa tað tikið upp.

Er dálking á sjónum annars, er tað Landið, sum hevur ábyrgdina - men er dálkingarkeldan á landi, er tað kommunan, sum hevur ábyrgdina.

Tað merkir, at kommunan skal syrgja fyri, at tikið verður upp eftir eina oljudálking - og tað skal gerast so skjótt sum gjørlig fyri at forða fyri at avleiðingarnar av dálkingini verður verri enn neyðugt er.

Men hevur kommunan havt útreiðslur av tí, kann hon senda rokningina til tann, sum hevur skyldina av dálkingini.

Helgi Abrahamsen sigur, at er ósemja um, hvør hevur skyldina av eini oljudálking, kann tann ósemjan verða løgd fyri Føroya Rætt, sum so sker ígjøgnum. Tað kann taka langa tíð, men tað eigur ikki at vera nøkur forðing fyri, at dálkaða lendið verður reinsað eftir eina dálking.

Men tinglimir halda, at hendingin í Froðba er eitt dømi um, at lógir og reglur virka ikki eftir ætlan, tí hetta vísir, at hjá borgarum, sum eru ósekir, er eingin hjálp at fáa.

Bjørt Samuelsen vísir á, at í hesum føri er talan um ein stóran, almennan stovn, nevniliga Landsverk, sum hevur ábyrgdina av tyrlupallunum, og eitt stórt oljufelag, Effo.

Og samstundis er talan um eina av teimum størri kommununum, og hon heldur, at tá ið lógir og reglur ikki hjálpa í hesum føri, hvussu skal tað so vera, tá ið talan er um eina lítla kommunu og lítil f feløg.

Helgi Abrahamsen sigur, at tá ið tað er greit, hvar ábyrgdin liggur, kann talan ikki vera um at bjarga teimum undan ábyrgdini við at gera arbeiðið fyri tey.

– Talan kann ikki vera um at Landið skal átaka sær eina ábyrgd, sum Landið ikki hevur, sigur Helgi Abrahamsen.

Skulu tey, sum hava ábyrgdina bara sleppa at snúgva sær undan ábyrgdini, tí at onnur gera arbeiðið fyri tey, fara øll bara at tveita ábyrgdina frá sær, heldur landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at so mugu heldur onkrar lógarbroytingar gerast - og tað kundi verið nakað at hugt at.