Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur seg harmast um hørðu atfinningarnar frá Hanusi Joensen, skúlastjóra, tá hesin fýlist á, at tað ikki longur ber til at rinda skeiðsgjøld av kommunalu heildarveitingini. Og at honum vantar álit, rúmari karmar og størri frælsi. Samanumtikið var høvuðsatfinningin hjá skúlastjóranum, at uppgávurbýtið millum land og kommunu er somikið ógreitt, at tað er ein katastrofa fyri skúlan.
Heðin Mortensen greiðir frá, at Tórshavnar kommuna í nógv ár hevur havt ta áskoðan, at skúlaleiðslurnar taka sær av dagliga rakstrinum í skúlunum, herundir heildarveitingina frá kommununi.
- Kommunan er sannførd um og hevur álit á, at leiðslurnar verða betri og fáa gjørt sítt arbeiði betur, tá ið tær hava frælsi undir ábyrgd.
Eisini sigur borgarstjórin, at skúlastjórin raðfestir innan karmarnar, sum veitingin er játtað.
- Men markið, sum lógin heimilar, og sum allar kommunur í Føroyum tískil er noyddar at seta skúlunum er, at játtanin einans verður nýtt til málsøkini, sum kommunan hevur ábyrgd av og skyldu at røkja, sigur Heðin Mortensen.
Eru ikki natin
Sambært borgarstjóranum, er trupulleikin ikki, at kommunan er natin, men tí, at fólkaskúlaøkið er tvíbýtt millum land og kommunur. Staðfest er greitt í fólkaskúlalógini, hvørjum kommunan hevur ábyrgd av, og hvørjum landið hevur ábyrgd av.
- Mentamálaráðið er arbeiðsgevarin og rindar lønirnar, og hevur eisini ábyrgdina av eftirútbúgvingini hjá lærarum. At tørvurin á eftirútbúgving valla nakrantíð hevur verið størri enn nú, er alment kent, men at eftirútbúgva og førleikamenna starvsfólk er uppgávan og ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum, og tí kann kommunan ikki lógliga loyva, at peningur verður brúktur úr kommunukassanum til slík endamál, sigur Heðin Mortensen.
Skeiv adressa
Hann heldur, at tað at frustratiónirnar hjá skúlaleiðarunum ganga út yvir kommunurnar er skeiv adressa, tí rætti móttakarin er mentamálaráðið, sum eftir skúlaleiðarans orðum ikki raðfestir eftirútbúgvingina og framhaldsútbúgvingina av lærarum í nóg stóran mun.
Heðin Mortensen sigur, at hetta er ikki ein spurningur um at renna undan ábyrgd, sum skúlastjórin sigur.
- Ábyrgdin og heimildin at eftirútbúgva lærarar og skúlaleiðslurnar er sum sagt ikki eitt kommunalt ábyrgdarøki. Tað er tí, og bert tí, at kommunan sendi innhýsis skrivið, sum endaði í Sosialinum til skúlaleiðararnar í kommununi, sigur Heðin Mortensen.
Spurdur, um hvat skúlastjórin so eigur at gera nú, sigur borgarstjórin:
- Ikki ber til annað enn at vera samdur við skúlastjóranum í, at tað, at ábyrgdin av fólkaskúlanum er býtt millum tveir myndugleikar ger, at fólkaskúlin verður stóri taparin.