Kommunuíløgurnar minkaðu 280 milliónir

Inntøkurnar og útreiðslurnar hjá føroysku kommununum minkaðu í 2009. Tað var stóra minkingin í íløgum, sum var orsøkin til, at hallið var væl minni enn í 2008. Tað upplýsir Hagstovan.

Íløgurnar minkaðu við nær um 40 prosentum í alt. Hallið hjá kommununum var 142 milliónir krónur, og tað eru um 200 milliónir krónur minni enn í 2008, tá kommunurnar gjørdu íløgur fyri 718 milliónir krónur. Stóra virksemi í 2008 var bara eitt eingangsfyribrigd, tí í 2009 vóru íløgurnar minkaðar niður í 441 milliónir krónur.

Minkingin er um 280 milliónir krónur. Tað svarar til, at íløgurnar eru minkaðar 39 prosent.