Tað er eitt sindur óskiljandi fyri mær, at tað gongur so illa at fáa kommunulæknar at støðast í Suðuroynni. Tað segði Jens Anton Filtenborg, við Sosialin fyri tíð síðani.
Hann er kommunulækni úr Danmark, men øll hesi seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt, sum avloysari runt umkring og í hesum sambandi hevur hann eisini verið avloysari sum kommunulækni á Tvøroyri yvir 50 ferðir.
Hann segði, at eftir hansara tykki eru umstøðurnar hjá einum kommunulækna í Suðuroy betri enn tær eru flesta aðrastaðni í Føroyum - og eisini betri enn tær eru flesta staðni í Danmark.
Og hann heldur eisini, at tað sama er galdandi fyri ta tænastuna borgarnir fáa frá kommunulæknunum í Suðuroy.
Hann segði, at læknaviðtalurnar eru ikki so stórar, so samskiftið ímillum lækna og sjúklingin er rættiliga gott og persónligt.
– Samstundis er arbeiðsumstøðurnar fantastiska góðar. Og tað eru tær ikki minst tí at eitt sjúkrahús er beint við, sum veitir kommunulæknunum eina fantastiska tænastu, segði hann við Sosialin.
https://www.in.fo/news-detail/news/nu-er-stoedan-heilt-otolandi/LES EISINI: Nú er støðan heilt ótolandi
– Sjúkrahúsið er í túninum, so í teimum førum, tað er neyðugt at kanna sjúklingar neyvari, verður tað oftast avgreitt beinanvegin.
– Skulu blóðroyndir, ella røntgenmyndir takast, sendi eg sjúklingin yvir um vegin á sjúkrahúsið og úrslitið er klárt rættiliga skjótt.
– Vit hava eisini fleiri serlæknar á Suðuroya sjúkrahúsi, sum eisini eru til taks hjá okkum. Og nú hevur Sjúkrahúsið eisini fingið skannara og tað fer at gera umstøðurnar upp aftur betri.
https://www.in.fo/news-detail/news/stoedan-i-suduroy-er-ikki-soert-raedandi/LES EISINI: Støðan í Suðuroy er ikki sørt ræðandi
Men er tað neyðugt, ber eisini til at senda sjúklingar á Landsjúkrahúsið, leggur hann afturat.
Tí heldur hann, at hjá ungum kommunulæknum, er hetta starvið ein fínur møguleiki.
– Ein viðtala sum hendan, er ikki bara ein avgreiðsla, tí læknarnir sleppa í stóran mun sjálvir at sjúkugreina sjúklingarnar við teimum hentleikum sum eru til taks við bæði rannsóknarstovu, røntgen, skannara og yvir læknum beint við á sjúkra húsinum.
– Sjálvsagt er tað nógv at gera til tíðir, men tað er tað jú í øllum yrkjum, so tað fær meg ikki at setast aftur, staðfesti hann við Sosialin.