Kommunur í Suðuroy kanna samanlegging

Ætlanin at kanna fyrimunir og vansar við at leggja Suðuroy í eina kommunu, fær lunkaða móttøku

Í Suðuroy eru sjey kommunur, men nú er ætlanin, at nakrar av teimum skulu kanna fyrimunir og vansar við at leggja saman

Tað verður í hvussu so er ikki á hesum sinni, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu. Herfyri reisti Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, málið um at kanna møguleikan fyri at leggja kommunurnar í Suðuroy saman. Í hesum sambandi samtykti Tvøroyrar Býráð at leggja málið fyri allar hinar kommunurnar við uppskoti um at seta eina óhefta nevnd at kanna fyrimunir og vansar við  kommunusamanlegging í Suðuroy.

 

Men uppskotið fær lunkaða móttøku í nøkrum av kommununum. Á Býráðsfundi á Tvøroyri er upplýst, at bygdaráðini í Hvalba og í Fámjin hava tikið undir við uppskotinum. Men tær fýra kommunurnar í syðru helvt, altso kommunan í Hovi, í Porkeri, í Vági og í Sumba, taka ikki undir við hesum – í hvussu so er ikki í fyrstu syftu.

 

Onkrar av teimum halda, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, tí tað er ov ógreitt, og aðrar kommunur vilja hava fleiri upplýsingar, áðrenn tær kunnu taka støðu til tað.

 

Á Býráðsfundi á Tvøroyri í gjár tók Kristin Michelsen ikki undir við, at málið er ov ógreitt, tí talan er bara um at seta eina nevnd at kanna fyrimunirnar og vansarnar við eini kommunusamanlegging.

 

Men tað er eisini greitt, at ætlanin er, at tær tríggjar kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroynni skulu arbeiða víðari við málinum. Á býráðsfundinum varð samtykt at leggja upp til, at tær tríggjar kommunurnar, Hvalbiar Kommuna, Fámjins Kommuna og Tvøroyrar Kommuna, skulu velja hvør síni tvey umboð í eina slíka nevnd.

 

Í Suðuroy eru sjey kommunur, men nú er ætlanin, at nakrar av teimum skulu kanna fyrimunir og vansar við at leggja saman