Kommunur ikki so væl fyri sum nøkur tingfólk halda

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður í Norðoyggjum

Meðan kommunurnar sova í tímanum, meta fleiri tingfólk, Búskaparráðið, landsbankastjórin og landsins fíggjarfrøðingar ikki, at skeivleiki er í býtinum millum land og kommunur

Tyngdin á krøv um almennar útbyggingar, fleiri almennar rakstrarutreiðslur og eitt sterkari vælferðarsamfelag er økt nógv seinastu árini. Nú, og í nøkur komandi ár, fer hon møguliga at accelerera, serstakliga vælferðarpolitikkurin.
Vit sum sita í løgtinginum hoyra so at siga dagliga nøkur av tingfólkunum hava á orði, at: “Kommunurnar hava tað gott, tær eru væl fyri, hyggið bara at íløgum og hvussu tær økja rakstrarútreiðslurnar”!
Inntøkurnar hjá landi og kommunum eru í dag býttar so, at landskassin fær umleið
4 milliardir krónur, í skatti, tolli, donskum blokkstuðuli og ymiskum avgjøldum, meðan kommunurnar, fáa umleið 1 milliard krónur í kassan, sum er reinur kommunuskattur.

Kommunur lána, Landskassin sleppur undan
Nógvar av íløgunum sum kommunurnar gera, verða goldnar í upptiknum lánum, meðan íløgur hjá landskassanum eru avsettur peningur av inntøkunum uttan lán.
Tá kreppan í nítiárunum skuldi gerast upp vórðu saneringar framdar í øllum pørtum uttan hjá samfeldu kommunuskipanini. Landskassin, bankarnir, vinnulívið og lutvíst privatlán fingu saneringar størri og minni.
Ávísar kommunur kláraðu seg ikki uttan saneringar, tí var skipan gjørd, at tær sterkaru kommunurnar rindaðu fyri tær veikaru, t.v.s. ein samhaldsføst skipan.
Undan hesi kreppu var okkara samfelagsfíggjarskipan soleiðis, at fyri tær ymisku íløgurnar, sum kommunurnar gjørdu vóru lutvíst fíggjaðar úr landskassanum t.d. við 45% í skúlabygging, millum 50 og 75% í havnabyggingum, og við øðrum skipanum í øðrum mentanaríløgum.
Tá kreppan var av, tók løgtingið allar stuðulsskipanir, kanska millum 50 og 100 mió. krónur árliga burtur hjá kommununum og streyk uttan nakrað nýggja kompenserandi skipan av við peninginum, soleiðis at landskassin hóast øktar útreiðslur, bara kundi fíggja eina størri ovurnýtslu uttan lán.

Tíðin og møguleikarnir fara
Umframt henda írestandi pening hjá kommununum, verða fleiri byrðar lagdar á kommunurnar, so sum eina frá ladsins síðu misrøkta barnaansing og nú ein eins misrøktan elrdrapolitikk soleiðis.
Við hesum er ikki ov nógv sagt, at nakað av landsins útreiðslum verða í dag framdar við peningi frá kommununum, meðan kommunurnar noyðast at taka lán fyri at fremja íløgur, sum bæði eru misrøktar frá landsins síðu og sum skulu til fyri at Føroyar skulu verða eitt vælferðarsamfelag. – Tíðin gongur nú álvarsliga undan.
Hetta kemur ongantíð fram hvørki hjá Búskaparráðnum, landsins fíggjarføðingum, landsbankastjóranum og øðrum, sum skuldu havt skil á lands- og heimsbúskapi.
At kommunurnar ikki gera meiri við hetta mál tykist løgið, men kanska er tað tí, at Tórshavnar Kommuna er so væl fyri fíggjarliga, at tað hjá henni er óneyðugt, og hinar kommunurnar ikki hava hug, orkað ella bara taka hetta í líkasælu.
Hetta minnir ikki sørt um fyritøkuna International Harvester, sum í mong ár lá á odda í framleiðslu av landbúnaðarmaskinum, men svav í tímanum. Tiltikið er, at meðan tíðin fór frá hesi einaferð so gyltu fyritøku, jarðaði Caterpillar seinastu International Harvester maskinuna.
(Onnur greinin av fimm um sama evnið)
HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com
HYPERLINK "mailto:[email protected]" [email protected]