Óluva Klettskarð, Tjóðveldi, vildi vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um summar av teimum umleggingum, sum eru gjørdar í samband við pensjón, eftirløn og Samhaldsfasta fara at ávirka føroysku kommunurnar.
Kristina Háfoss segði, at hetta fer at geva kommunum meira pening enn higartil, so tað byggir helst á misskiljingar, tá ið sagt verður, atkommunurnar fáa minni pening av hesi orsøk.
Bill Jutinussen, Miðflokkurin, segði, at tað sum landsstýriskvinnan sigur, ikki er tað sama sum Kommunufelagið sigur og heldur ikki tað sama, sum einstaklignar hava roknað seg fram til.
- Eg haldi tað er álvarsligt, um tað er so, at landsstýriskvinnan ikki sigur satt fyri tinginum, segði Bill Justinussen.
Heldur ikki Magnus Rasmussen, Sambandi, heldur ikki at rætt er at knýta onnur ting afturat í mun til kommunurnar, tá ið tosað er um pensjónir, eftirløn og Samhaldsfasta.
Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, fanst at, at fortreytirnar eru broyttar í mun til, tá ið avtalan var gjørd.
- Eg fari at vóna,a t landsstýriskvinnan fer at halda tær avtalur, sum hon hevur gjørt við kommunurnar, segði Óluva Klettskarð.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, segði einaferð afturat, at útrokningarnar klárt vísa, at kommunurnar fáa meira pening.