Kommunusamanlegging- vegleiðandi fólkatkvøða

Jan Christiansen, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu
----

Nú skulu fólk í øllum føroyum á vegleiðandi fólkatkvøðu, har vit skulu siga okkara meining, um kommunan vit búgva í, skal leggjast saman við øðrum kommunum.
Verandi kommunur eru ov smáar til at umsita størri mál, og tí skulu kommunurnar leggjast saman, so eindirnar verða færri og størri.
Eisini vit í Tórshavnar Kommunu skulu á val. Vit skulu taka støðu til, um Vestmanna- og Kvívíkar kommuna skulu leggjast saman við okkum. Tórshavnar Kommuna er so nógv, nógv tann stórsta kommunan í landinum, so neyvan skulu Vestmanna og Kvívík leggjast saman við Tórshavnar Kommunu, tí Høvuðsstaðurin má gerast størri. Heldur er tað fyri at gera Vestmanna og Kvívík til eina størri eind.
Vágoyggin saman við Vestmanna og Kvívík
Men hví gera fólkaríkastu kommununa í landinum enn størri, tá aðrar kommunur framhaldandi verða so nógv, nógv smærri. Meira nátúrligt vildi verið at lagt Vágoynna saman við Vestmanna og Kvívík, tí so vildu vit fingið eina kommunu, ið var eins fólkarík, sum nógvar aðrar kommunur.
Í rundum tølum vil ein kommuna, har Norðoyggjarnar eru ein kommuna, telja 5.000 fólk, Eysturoyggin 10.000, Noðrstrymoy og norðureysturoy 5.000, Suðuroyggin 5.000, Tórshavn 20.000, Vágoyggin, Vestmanna og Kvívík 5.000, ímeðan Sandoyggin verður minsta kommunan við bert 1.300 fólkum.
Skilagott er at hava færri og størri kommunalar eindir, men at Tórshavnar Kommuna skal leggjast saman við Vestmanna- og Kvívíkar kommunu dugi eg ikki at síggja nakað skilagott í. Heldur áttu landsins mynduleikar roynt at fingið javnað fólkatalið í smærru kommununum, so bert Sandoyggin kom at hava serstøðu í framtíðar Føroyum, hvat kommunum viðvíkur.