Fáar kommunur hava so nógv arbeiðspláss í mun til fólkatalið, sum Fuglafjarðar kommuna hevur. Her er vinnuligt virksemi, og her eru nógv arbeiðspláss innan barnagarðs-, skúla-og eldraøkið

Kommunuskuldin er 60 prosent av einari álíkning

Gjaldførisúrslitið hjá Fuglafjarðar kommunu gjørdist 10,9 millónir krónur betri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2025

Fáar kommunur hava so nógv arbeiðspláss í mun til fólkatalið, sum Fuglafjarðar kommuna hevur. Her er vinnuligt virksemi, og her eru nógv arbeiðspláss innan barnagarðs-, skúla-og eldraøkið

Á almennum býráðsfundi hin 28. mai varð ársroknskapurin hjá Fuglafjaraðar kommunu fyri 2025 góðkendur, og úrslitið eftir rakstur var eitt avlop á 25,5 milliónir krónur.

 

- Samlaðu nettoíløgurnar í 2025 vóru 39,6 milliónir. Í fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 46 milliónir krónur. Íløgurnar í 2025 vóru sostatt 6,4 milliónir minni enn játtað.

 

Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at nakrar verkætlanir fóru yvir um ár, sum tey rópa tað.

 

- Úrslitið eftir rakstur og íløgur (RLÚ) var -13,9 milliónir.

 

Sagt verður, at hækkingin í inntøkunum stavar eina mest frá A og B-skatti.

 

- Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2025 vóru 96 milliónir og soleiðis 3,6 milliónir hægri enn mett í fíggjarætlanini.

 

Víst verður á, at meirnýtslan stavar frá fleiri økjum, eitt nú størri tørvi á eldraøkinum og nakað lægri nettoinntøku hjá Fuglafjarðar havn.

 

- Gjaldførisúrslitið (RLÚ) gjørdist -13,9 milliónir móti  4 milliónum í 2024, og í fíggjarætlanini varð roknað við einum gjaldførishalli á -23,8 milliónir krónur.

 

##med2##

 

Sostatt gjørdist gjaldførisúrslitið hjá Fuglafjarðar kommunu 10,9 millónir krónur betri enn mett í fíggjarætlanini.

 

- Rakstur og íløgur á øki 2, sum er almanna & heilsumál og øki 3,  børn & ung, fara við 43% av allari fíggjarætlanini í 2025 móti 48% í 2024

 

Lagt verður aftrat, at við árslok 2025 var kommunuskuldin 60%, av eini skattaálíkning móti í 52% í 2024

 

- Ein skattaálíkning eru inntøkur A og B skattur, pluss eftirlønarskattur og flyting vegna DIS/FAS, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

 

Fáar kommunur hava so nógv arbeiðspláss í mun til fólkatalið, sum Fuglafjarðar kommuna hevur. Her er vinnuligt virksemi, og her eru nógv arbeiðspláss innan barnagarðs-, skúla-og eldraøkið

Dávur Juul er borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu