Tað er í dag klokkan 15, at føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla fyrra av tveimum dystum í HM-undankappingini.
- Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl fram til Minsk í Hvítarusslandi í dag eftir ein langan ferðadag. Liðið hevur í kvøld vant í stásiligari arena í Minsk. Í morgin, fríggjadagin klokkan 15 møta Føroyar Hvítarusslandi, sum helst er styrkismett ovast í bólkinum. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum. FM1 hevur eisini frásøgn frá dystinum. Leygardagin kl. 13.00 føroyska tíð, møta Føroyar – Sveis, skrivaði Hondbóltssambandið í gjár.
Sjúrður H. Hoydal fer at hava eina beinleiðis studiofrásøgn á FM1. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Sigrun Mikkelsen.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##