Kondittaríið skal lata uppaftur

Nú er stig tikið til at fáa Kondittaríið, sum fyri stuttum stongdi, at lata uppaftur. Rakel Helmsdal og Jákup Veyhe eru farin undir at savna undirskriftir inn

Tað eru mong, sum lata illa at, nú Kondittaríið fyri stuttum snaraði lyklinum fyri seinastu ferð. So illa verður latið at, at nú eru stig tikin til fyri at fáa Kondittaríið at lata uppaftur.
Rakel Helmsdal og Jákup Veyhe eru farin undir at savna undirskriftir inn. Hesar undirskriftirnar skulu vera við til at hjálpa at lata Kondittaríið uppaftur í sama líki, sum tað var áðrenn tað lat aftur.
? Vit hava hugsað um hetta leingi, og nú hava vit so tikið stig til hetta, sigur Rakel Helmsdal.
? Man má byrja onkustaðni, so vit byrja her. Vit fara at handa hesar undirskriftirnar til Miðbýarfelagið, Heina Restorff, sum eigur Kondittaríið og Býráðið.
Stigtakararnir meta tó, at tað er eigarin av Kondittarínum, sum hevur ábyrgdina av, at fáa tað at lata uppaftur.

Stórur saknur

? Saknurin er stórur nú Kondittaríið ikki er har meira. Tað er júst um eitt hol ? har vantar okkurt. Gongugøtan er als ikki livandi longur. Bara handlar kunnu ikki halda eini gongugøtu livandi, heldur Rakel, sum vísir á, at nú er onki stað at møtast í sjálvari gongugøtuni.
Rakel heldur, at saknurin man vera uppaftur størri hjá teimum, sum hava sitið har hvønn einasta morgun til morgunkaffi í ein mansaldur.
? Sjálv havi eg altíð gingið regluliga inn á Kondittaríið og míni børn eru mestsum vaksin upp har, sigur Rakel, sum tó ásannar, at tað verður ikki tað sama uttan tær damurnar, sum hava rikið Kondittaríið seinastu mongu árini.
? Vit vilja hava Kondittaríið sum Kondittaríið. Ikki sum eina matstovu ella eina barr, men soleiðis sum tað altíð hevur verið. Óhátíðarligt. Tí soleiðis er tað inni har. Og um karmarnir eru í lagi, so er bara at vóna, at tey, sum kanska fara at reka Kondittaríið fara at reka tað á sama hátt.
Stigtakararnir vilja hava Kondittaríið at lata uppaftur so skjótt sum møguligt.
? Tað verða nógv syrgin lesandi, sum koma heim í summar. Inni á Kondittarínum kennir ein seg heima, tú hittir altíð onkran inni har, sigur Rakel Helmsdal at enda.