Konfirmantar í 1901

Tórshavnar alfrøði:

Sunnudagin 14. apríl 1901 blivu 39 konfirmantar fermdir í Havnar kirkju, 18 dreingir og 21 gentur. Í dag hava vit myndina av dreingjunum.
 
Niels Martin Arge, hann var sonur Jákup Andr. Arge, grótsmið, eisini róptur »Jampan«, Ludvig Elieser Christiansen, Daniel Pauli Egholm, beiggi »Blokk«, Johannes Simeon Guttesen, Lars Peter Frederik Hansen, hann var sonur Johs. í Funningsstovu á Tinghúsvegnum, Peter Jacob Hansen, »í Pæsastovu«, Zacharias Jacobsen »hjá Bøkjaranum«, Peter Hans Martin Jacobsen,  Hans Peter Jacobsen »Í Dávastovu«, Johan Frederik Joensen, Jacob Poulsen »í Oyspustovu«, Johan Henrik Rubeksen »Bill«, Magnus Andreas Julius Samuelsen, á Gripsvegi. Hasir vóru allir úr Havn.
Síðani vóru tað: Daniel Pauli Danielsen, Hvítanes, Joen Reinhold Nybo, Hvítanes, Hans Edvard Jacobsen, Koltur, Ole Olesen, Kirkjubø, Hans Sofus Vang, Kaldbak.
 
Teir einastu vit kenna á myndini, eru: nr. 4 a.f.v., tað er Zach. Jacobsen «hjá Bøkjaranum« og nr. 6 eitur Johannes Simeon Guttesen. Í fremru røð meina vit at drongurin uttast t.v. í før. búna, er Daniel Pauli Danielsen á Hvítanesi, og drongurin sum situr trið uttast t.h., og sum eisini er í føroyskum búna, meina vit er Hans Edvard Jacobsen í Koltri. Hinar kenna vit ikki. Tey, sum kennast við hinar konfirmantarnar verða vinarliga biðin um at ringja til  Birgar Johannessen, tlf. 314647 ella 214647.
 
Sóknast eftir mynd
 
Genturnar, ið blivu fermdar sama dag, 14. apríl 1901, vóru: Anna Marie Arge, Oluffa Effersøe, Sigrid Petra Amalia Hansen, Cathrine Svanhilde Hansen, Jørgine Christianne Houmann, Johanne Johansen, Elsebeth Malene Justinussen, Andrea Susanne Magnussen, Maren Lovise Margrethe Mohr, Johanne Marie Nicodemussen, Malene Sofie Petersen, Amanda Poulsen, Pouline Elisabeth Vilhelmine Poulsen, Hedvig Restorff, Maja Restorff, Anna Sofie Rubeksen, Andrea Jacobine Sofie Sørensen og Else Thomsen, allar úr Havn. Hinar tríggjar vóru: Sigga Marie Danielsen, Velbastað, Johanne Marie Simonsen, Velbastað og Anna Cathrine Elisabeth Jakobsen, Kalbak.
 
Er tað nakar, sum eigur myndina av gentunum, so verður viðkomandi vinarliga biðin um at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.