Konfrontasjón ella samstarv?

Konfrontasjónir, sum vit hava sæð so nógvar av seinasta valskeiðið millum landsstýrið og donsku stjórnina, geva ongantíð úrslit, sum báðir partar eru nøgdir við. Konfrontasjónin hevur bert ein vinnara, og hesin er gjarna tann størri og tann sterkari, meðan hin parturin er taparin, sum snøgt sagt liggur eftirá.

 

Eitt annað, sum eyðkennir konfrontasjónina er, at hon sjáldan er undirbygd og umhugsað. Hon eigur sjáldan góðar grundgevingar. Konfrontasjónin er seinasta loysnin, konfrontasjónin kemur, tá vit og skil ikki røkka longur. Konfrontasjón er tekin um ómegd. Men verður konfrontasjónin vald, tí teir, sum taka avgerðirnar, hava brúk fyri einum stemningi, sum konfrontasjónin gevur, tá er lítið gott at vænta sær.

Nú vil Fólkaflokkurin gera tað til, at teir ikki vildu vita av konfrontasjónum við danir, men kasta Tjóðveldisflokkinum fyri, at tað eru teir, sum vildu hava tað soleiðis, sum tað bleiv. Men, álvaratos, heldur Fólkaflokkurin, at føroyski veljarin er so stuttmintur og so góðtrúgvin, at hann gloypir hesum. Nei, hetta hava báðir samgonguflokkarnir verið saman um. Tit hava verið sum lív og ein sál í tykkara konfrontasjónspolikki mótvegis bæði donskum myndugleikum og føroysku andstøðuni.

Eg haldi so avgjørt ikki, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin í einum møguliga avtalaðum spæli skulu sleppa at undirhalda veljaran fram til fólkatingsvalið við at skjóta hvør eftir øðrum um hetta. Í fullveldismálinum hava teir drigið somu línu, og konfrontasjónirnar er teirra egna barn.

So tá valið snýr seg um samstarv ella konfrontasjón, so umboða hasir báðir flokkarnar so sára samdir konfrontasjónina, meðan andstøðan og fyrst og fremst Javnaðarflokkurin umboða samstarvið. Minnast tit forrestin, hvør tað var, sum ikki vildi hitta danska forsætismálaráðharran, tá hann vitjaði í Føroyum í januar 1998? Jú, tað vóru fyrst og fremst hesir báðir, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, og síðan hava teir hildið stásið við líka.

Javnaðaflokkurin vil sum ikki einaferð vera tann fyrsti til at peika á eina kós móti samstarvi. Hetta gera vit, tí vit vita, at hetta er vegurin fram móti loysnum. Hetta gjørdi Javnaðarflokkurin m.a., tá samráðingar vóru um Heimastýrislógina. Tá gekk Javnaðarflokkurin á odda fyri at finna eina loysn, sum peikaði frameftir, meðan Fólkaflokkurin setti seg hendur í favn og einki gjørdi.

Og vit eru framvegis av tí føstu sannføring, at vit við góðum samstarvi við danskar myndugleikar verða førur fyri at finna bestu ríkisrættarligu loysnina. Og soleiðis sum mongu veljarakanningarnar seinastu tíðina hava víst, so er sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin tann loysnin, sum flestu føroyingar taka undir við. Og eg veit, at ein slík loysn verður ikki trupul at samráða seg fram til.

Trupulleikin beint nú er, at vit hava ikki eina samgongu, sum vil hava sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin, og henda trupulleika fáa vit ikki loyst fyrr enn til komandi løgtingsval. Hin vegin, so er tað als eingin orsøk til, at vit ikki beinanvegin framhaldandi tryggja okkum, at umboðanin á Fólkatingi kann verða ein rødd, sum talar søkina, sum flestu føroyingar ynskja.

Lat okkum tí enn einaferð taka neyðuga stigið 20 nov.