Kongur í Føroyum í dag

Hóast skráin fyri kongsvitjanina ikki byrjar fyrr enn í morgin, so kongshjúnini við flúgvara til Føroya í dag.

Flogfarið stóð at lenda í Vágum klokkan 14:35, og av flogvølllinum fara kongshjúni beina leið oman á bryggjuna í Miðvági, har kongsskipið Dannebrog bíðar teimum.

 

Har fær hann so helst rindað møðini eftir at hava runnið 10 kilometrar í Royal Run í gjár.

 

Almenna skráin fyri kongsvitjanina byrjar ikki fyrr enn klokkan 9:45 í morginári, tá kongsskipið leggur at á Bursatanga í Havn.

 

Løgmaður er vertur hjá kongshjúnunum, meðan tey eru í Føroyum.

 

Skráin fyri vitjanina er hendan:

 

Mikudagur tann 11. juni í Havn

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.

 

Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.

 

Kl. 10.20 Spákað verður til Tinganes.

 

Kl. 10.30 Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.    

 

Kl. 11.05 Spákað verður til Løgtingið.

 

Kl. 11.15 Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.

 

Kl. 12.00 Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

 

Kl. 12:45 Borgarstjóri er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia. 

 

Kl. 14.20 Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.

 

H.H. Kongurin

 

Kl. 15.35 Kongur vitjar umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

 

H.H. Drotningin

 

Kl. 15.45 Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

 

Kl. 19.00 Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

 

 

 

Hósdagur tann 12. juni í Vági, Fámjin og á Tvøroyri

 

Vágur

 

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.

 

Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.

 

Kl. 10.15 Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum

 

Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla

 

Kl. 11.00 Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.

 

Kl. 12.55 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.

 

kl. 14.05 Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

 

Fámjin

 

Kl. 14.30 Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.

 

Kl. 14.40 Kongshjúnini vitja kirkjuna.

 

Kl. 15.00 Spákað verður til Taravirkið, TARI

 

Kl. 15.40 Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

 

Tvøroyri/Trongisvágur

 

Kl. 16.00 Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.

 

Kl. 16.50 Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.

 

Kl. 16.55 Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.  

 

Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.

 

Kl. 22.20 Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi

 

 

 

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

 

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

 

Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.

 

Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir

 

Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  

 

Kl. 11.20 Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

 

Kl. 11.35 Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

 

Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

 

Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

 

Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.