Konradsbrekka 1905 - 2005

Hendan myndin er tikin í Konradsbrekku í Havn fyri 100 árum síðan, í 1905. Ovastu húsini (gróthúsini) eru tey sum Jákup Andr. Arge (Jampan) bygdi saman við bróðrinum Sigmund Arge í 1901.

Húsini niðan fyri "tey á Kamarinum" bygdi Magnus á Kamarinum í 1902. Hesi húsini fingu navnið Dragoonhúusini í Konradsbrekku, seinni vórðu tey rópt Draguhúsini, av tí at skjøldrarnir vóru prýddir við drekum. Tað finnast tvey onnur drekahús í Havn, Tey hjá Gottormi Eysturoy á Statsvegnum (J.C. Scvabosgøtu), og tey hjá Sunnevá Gram í V.U. Hammersheimsgøtu.

Húsini hinumegin vegin eru øll bygd í 1880-unum. Tað áhugaverda við teimum er, at tey í dag standa so gott sum órørd.

Fremst á myndini er urtagarðurin, sum hoyrdi til húsini, ið fyrr vóru brúkt til at hýsa arbeiðsfólki, sum bygdu vitan á Borðuni, og Óla Svend Svendsen í Havn flutti av Borðuni til Havnar og setti tey upp á Skalatrøð (húsini eru ikki við á myndini).

Í 1994 byrjaði Andr. William Restorff at handla í hesum húsum, og í 1920 fekk handilin navnið P.A. Restorff.

Ein bonkur stendur við grótgarðin, sum varð róptur Skálabonkur, hesin bleiv seinni fluttur, har sum øl-útsølan hjá P.A.Restorff var.

Her er ein nýggj mynd úr sama stað. Handilin P.A. Restorff er ofta broyttur og nógv útbygdur hesi árini. Nevnast kann, at í hesum húsum byrjaði bakaríið hjá Frants Restorff, og eisini var Restorffs Bryggjarí eina tíð í kjallaranum.

Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen í telefon 314647 ella 273168.

Mynd: Føroya Fornminnissavn


.