Sunnukvøldið 3. februar kl. 20.00 verður konsert í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn. Umframt Israelu Assago, so fara eisini Heini Lützen og Sigrið Rasmussen at syngja á konsertini. Saman við songkvinnuni úr Ísrael, koma eisini føroyavinirnir Jan Rosenberg og Jakob Snir, sum fara at greiða frá aktuellum viðurskiftum í Ísrael.
Almenni Ísraelski hjálparstovnurin „Keren Hayesod“, sum merkir „Sameinda Ísraelska Áheitanin“, hevur deildir kring allan heim og hevur til endamáls at hjálpa jødunum aftur til Ísraels, eins og at hjálpa teimum veiku í Ísrael. Grunnurin hevur verið við jødafólkinum tá ringast stóð til, og eisini tá alt var gleði og gaman. Tað byrjaði á Zionistaráðstevnuni í London 26. juli 1920, tá nýggj vón birtist fyri at jødarnir kundu fáa sítt egna land. Beinanvegin var greitt, at peningur mátti útvegast til at menna hetta nýggja heimland teirra, og at byrjast skuldi frá berum botni.
Frá tí at staturin varð stovnaður í 1948, er hann, á undranarverdan hátt, komin heilskapaður ígjøgnum eitt ótal av álopum frá sínum fíggindasinnaðum grannum.
Í tøttum samstarvi í meira enn 50 ár hava stovnarnir „Jewish Agency“ og „Keren Hayesod“ stuðlað Ísraelska Statinum fíggjarliga. Jødarnir eru bjargaðir heim úr mongum londum har teir vóru ótryggir og í vanda. Sum avleiðing av falli jarntjaldisins flutti veldig nøgd av jødum heim til egna land sítt, sum seinastu øldina er broytt frá turrari oyðimørk til fruktagott og nýmótans land, har fólkaræði er sett í hásætið.
Síðan Ísraelski staturin varð stovnaður hava hesir hjálpargrunnar, flutt nærum 3 mió. innflytarar til Ísraels og hjálpt teimum til rættis í landinum, stovnað fleiri enn 800 smærri bygdir í Ísrael, broytt 90 vánalig grannaløg til nútíðar býir, fyrireikað umsorgan og útbúgving fyri 300 tús. Ungdómar og hjálpt túsundtals ungdómum kring allan heim, at fyrireika seg til at flyta til Ísraels
Nógv er gjørt, men enn er langt á mál. Enn hava túsundtals jødar vánaligar umstøður og eru í beinleiðis vanda í londum har ófriður er, sum t.d. í Etiopia og í fyrrv. Sovjet. Eisini eru tað enn túsundtals ungir jødar sum ikki kenna sín samleika og sína søgu, og sum búgva í fjarskotnum avkrókum í umstøðum sum liggja langt undir tí sum vit taka sum sjálvfylgja.
Júst nú verður atbeitt við at fáa 17.000 jødar heim úr Etiopia. Teir liva undir sera truplum og vandamiklum umstøðum,og Ísraelska stjórnin hevur samtykt at hjálpa teimum heim til Ísraels. Verkætlanin er sera kostnaðarmikil fyri Ísraelska samfelagið. Arbeiðið byrjar í fyribilslegum, har Etiopararnir fáa frágreiðing um Ísrael. Tá tey so eru komin til nýggja heimland sítt,byrjar ein innflytaraskrá, har tey læra hebraiskt mál, enskt, rokning, kunningartøkni og Ísraelska mentan, so tey vera væl fyrireikað til at fóta sær í nýggju tilveru síni heima í Ísrael.
Tey trý føroysku feløgini, Vinir Ísraels í Føroyum, Ísraelsfelagið og Ísraelsmissiónin, hava stovnað eina føroyska deild, nevnd Hjálp jødunum heim«.
Í tøttum samstarvi við „Keren Hayesod“ hava føroyingar nú høvi at stuðla jødunum at flyta til Ísraels og at hjálpa teimum við fyribils bústaði, skúlagongd o.ø., soleiðis at teir verða førir fyri at standa á egnum beinum í nýggja heimlandi sínum.
Vinir Ísraels í Føroyum, Ísraelsfelagið og Ísraelsmissiónin vóna at Læraraskúlahøllin verður stúgvandi full, tí hetta verður eitt serstakt og forkunnugt kvøld, har Ísrael og útvalda fólk Guds, jødarnir, verða í middeplinum.