Hornorkestur Frelsunarhersins úr Valby í Keypmannahavn hevur konsert í auluni í Eysturskúlanum sunnudagin tann 25. oktober kl. 16.00. Hornorkestrið er á vitjan í Havn, í sambandi við at Frelsunarherurin hátíðarheldur, at tað eru 85 ár síðan, felagsskapurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum.
Valby Musikkorps er eitt av bestu hornorkestrum Frelsunarhersins í Danmark. Orkestrið telur 26 spælarar, sum umboða allar samfelagsbólkar, lesandi, handverkarar, bankafólk, lærarar og penjónistar. Nakrir at spælarunum hava leiðandi størv í Frelsunarherinum í Danmark.
Hetta er fyrstu ferð Valby Musikkorps vitjar Føroyar, men orkestrið hevur gjørt fleiri uttanlandstúrar, m.a. til Rusland, Finland, Estland, England, Svøríki og Noreg. Hornorkestrið luttekur javnan í Danmarks Radio og er harumframt kent fyri at spæla á Strøgnum í Keypmannahavn, serliga í desember mánaði, tá jólainnsamlingar hjá Frelsunarherinum fara fram.
Dirigentur er Erik Silfverberg, ið er ein vælkendur komponistur. Mest kendur er hann fyri at útseta tónleik fyri blásiorkestur, men eisini fyri at skriva løg til kristnar sangir. Hann er nógv brúktur sum dirigentur og instruktørur, og hevur í tí eginleikanum verið kring allan heimin, so langt burtur sum Hong Kong, Buenos Aires, New York og Toronto. Hann hevur eisini verið gestadirigentur hjá Hornorkestri Frelsunarhersins í Tórshavn. Tónleikurin hjá Erik Silfverberg er í høvuðsheitum útgivin av tónleikaforløgum Frelsunarhersins í London, New York, Oslo og Stockholm.
Skráin fyri konsertina í Eysturskúlanum fevnir um vanliga horntónleik Frelsunarhersins: marchir og songløg, men eisini størri tónleikaverk, klassisk arrangement, umframt fleiri solo stykki fyri blásarar, sang solo og klaver solo. Lagt er upp til eina fjøllbroytta og festliga skrá.
Valby Musikkorps fer eisini at luttaka í teimum møtum, sum Frelsunarherurin heldur í Eysturskúlanum í vikuskiftinum, eins og teir verða at hoyra á torginum í SMS leygardagin kl. 12.
Øll leiðslan í Frelsunarherinum í Noregi luttekur á møtunum sum verða í Eysturskúlanum.
Nevnast kann eisini at gamli "Kaggin" við Dalavegin nú er liðugt umvaldur og verður vígdur leygardagin kl. 15.