Fríggjakvøldið skipaðu føroysk tónleikafeløg fyri fundi í Norðurlandahúsinum, sum snúði seg um eitt nýtt konserthús í Havn. Leingi hevur verið tosað um at fáa eitt nýtt konserthús til høldar í Havn, og nú hava tónleikafeløg úr øllum landinum sligið seg saman um at fremja verkið.
- Hetta er ikki bert ein trupulleiki í Havn. Vit halda, at eitt slíkt konserthús eisini hevur stóran týdning fyri alt landið, sigur Edvard Nyholm Debess, ein av fyrireikarunum av tiltakinum.
Nakað av fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum, har tveir fyrilestrahaldarar greiddu frá um hvussu eitt slíkt konserthús skal virka. Gunnar Madsen, ið hevur drúgvar royndir frá danska tónleikasambandinum ROSA og Spot festivalinum, greiddi áhoyrarunum frá hvussu umráðandi eitt gott konserthús hevur fyri lokalsamfelagið. Sjálvur hevur hann royndir frá at byggja upp VoxHall í Århus, og kundi í tí sambandi vísa á hendan týdningin við at hava eitt dynamiskt og livandi konserthús.
Harafturat var Johannes Steingrund, ið er útbúgvin ljóðtøkningur og sivilverkfrøðingur, hjástaddur á fundinum. Hann eigur og rekur smápartafelagið Steingrund Akustik, og hevur verið við í ymsum verkætlanum, har hann hevur veitt sína vitan um ljóð í samband við bygging. Johannes Steingrund greiddi frá hvussu umráðandi tað er at hava eitt konserthús við góðum ljóðviðurskiftunum, og hvussu tað skal hanga saman. Hansara ráð vóru, at tað fyrsta fyrireikararnir eiga at gera, er at seta síni ynski á lista, og síðan at meta um hvat krevst fyri at fáa so gott ljóð sum gjørligt.
Tónleikur burturav
Fyri føroysku tónleikafeløgini er eitt konserthús sera átroðkandi í løtuni.
- Tað er ikki so umráðandi fyri okkum, um húsið er nýtt ella gamalt. Men ljóðið skal vera í lagi. Tað skal til dømis vera væl egnað til endamálið, gjarna vera høgt til loftið, og helst vilja vit sleppa undan óljóðið uttanífrá, sigur Edvard Nyholm Debess.
Við at taka lógvatak saman við hinum feløgunum kring landið, og góðum samstarvi við Tórshavnar kommunu, vóna fyrireikararnir at nýggja konserthúsið verður veruleiki innan rúma tíð. Ein fundur hevur verið millum fyrireikarar og borgarstjórarnar í Tórshavnar kommunu, og ein annar fundur er settur á skrá.
- Vit ynskja eitt konstruktivt samstarv við kommununa, har vit eisini kunnu bjóða okkara kompetensur í hesum arbeiði. Tað er umráðandi fyri okkum feløg at standa saman um hetta arbeiðið, og tað vísir seg at øll eru í sama báti. Tørvurin er stórur millum fólk, og vit hava bara møtt vælvild frá hinum feløgunum.
Arbeiðið við konserthúsinum í Havn, er enn í byrjunarfasuni. Um tvær vikur skulu umboð frá stigtakarum hittast til nýggjan fund millum fyrireikarar og borgarstjórarnar í Tórshavnar kommunu.
- Vit hava sum so einki krav til hvar hetta konserthúsið skal vera í býnum, men meir sentralari, jú betri. Og tað skal vera eitt tónleikahús burturav.