Konservatisma, demokratiskt tilvitan og kommunusamanlegging

Tíðargrein:

Tá vit hava eina meining um okkurt ávíst í samfelagnum vit liva í, skulu vit ikki at halda tað fyri okkum sjálvi, um vit eru sannførd um, at tað vit meina, er rætt. Og - hvussu torført tað enn kann vera – tó altíð við tí sannkenning, at aðrar royndir og sjónarmið hava fullan rætt at mótsiga ella korrigera okkara egnu.

- Henda grein er ætlað sum ein roynd at varpa ljós á ta negativu síðuna av sonevndu “konservatismuni” í Føroyum, og neyðugu menningina og broytingina, sum eg haldi, saktans kann liva í samspæli við siðabundnu føroysku mentanina, sum eg havi alla virðing fyri.

Globala rákið hevur við sær, at útjaðaraøki alsamt verða avfólkað, og at fólk – serliga tey ungu – flyta til størru býirnir. Og hetta av fleiri orsøkum. Ein alsamt størri partur av teimum ungu fáa sær hægri útbúgving, og tað er her tey finna spennandi avbjóðingarnar og størvini. Men tað er eisini meira “cool” at liva í stórbýnum. Umframt hetta, so kann útjaðarin eisini, í mun til stórbýin, kennast sum ein sosial og mental spennitroyggja, sum man flýggjar undan, so skjótt høvi býðst.

Sum tær seinastu almennu kanningarnar staðfesta, so merkist globala støðan eisini í Føroyum í dag. Her verður hon so styrkt av ymiskum negativum faktorum, sum viðvirka til, at nógv av teimum mest talentfullu ella vælútbúnu føroyingunum, ikki velja at flyta aftur til oyggjarnar, og flestu av teimum, sum flyta aftur, búseta seg í Havn.

Hetta er særligt ein sera stórur trupulleiki fyri útjaðaran, sum verður avveittur fyri eina so virðismikla ressoursu – framtíðina, kann man gott siga. Globala rákið, at fólk miðsavnast í fáum stórum eindum, er ikki nógv at gera við. Tess størri átrokandi haldi eg tað er, at man ger eina føroyska roynd at ávirka tað, ið kann ávirkast, tí eg onkusvegna haldi, at tað er lættari her enn aðrastaðni at steðga gongdini. Føroyskar bygdir og býir tykjast meiri lívssterkir, og tey, ið fara heimanífrá tykjast meira knýtt at heimstaðnum enn eitt nú í Danmark og eisini aðrastaðni í Skandinavia og Europa, har landsbýir og smáir provinsbýir liggja meira ella minni hálvdeyðir og uttan nakra framtíð. At veðrið í Føroyum skal vera so nógv verri enn aðrastaðni er ein myta. Og hvat so við frísku luftini og einastandandi náttúruni, telur tað als ikki við?

Ein av grundleggjandi treytunum fyri at venda gongdini í útjaðaranum er at leggja kommunurnar saman, so tær fáa eina hóskandi eind, og tí er ein kommunalreformur sera átrokandi í Føroyum. Hægst 7 kommunur, helst færri, hevði verið hóskandi. Tíðarinnan rák ber við sær, at færri kommunalar eindir mugu og skulu gerast ein realitetur í Føroyum, og tað er sera óheppið, um kommunusamanlegging skal tvingast ígjøgnum. Eg fari her at seta fokus á útjaðaran Suðuroynna, har arbeiði fram ímóti eini kommunusamanlegging til eina kommunu, eftir mínum tykki, ikki kann ganga nóg skjótt. Og tað er av stórum týdningi, at man sjálvboðið fer undir hesa tilgongd, tí tvingsil er altíð ein keðilig byrjunarstøða.

Vinnulívið í Suðuroynni er og hevur, við fáum undantøkum seinastu tíggjuára skeiðini, verið merkt av konservativari siðbundnari hugsan. Um Suðuroyarætlanin skal gerast veruleiki, krevst ein menning fram móti vitanarsamfelagnum, og framleiðsla av vørum, við nógv størri vitanarinnihaldi enn vit síggja í dag. Sambært viðtøkunum fyri Suðuroyarætlanina, fara siðbundnar vørur og hugskot ikki at fáa stuðul, einans nýhugsan, og tað veri seg innan fiski- og alivinnu, ferðavinnu ella heilt nýggjar alternativar vinnur.

Um Suðuroyarætlanin verður til nakað ella ei, so skal henda gongdin setast í verk. Men tað krevur professionalisering og harvið fakliga kompetent og vælútbúgvin fólk. Bert ein samlað kommuna í Suðuroynni fer at hava orku til at skapa neyðugu karmarnar. Hesir karmar eru m.a størv innan tænastu og ráðgeving, upplagt hevði verið at sett ein vinnustjóra og ein ferðavinnusamskipara. Eisini kundi hugsast at sett djóralæknar, lívfrøðingar og PR/mentanarkoordinatorer í starv – ja, hvat veit eg. Ein stór kommuna hevði eisini betur megnað at eftirspurt eittnú sjálvstøðugum verkfrøðingum, arkitektum, løgfrøðingum, grannskoðarum, kt-virkjum v.m. Fyri at fáa eina synergieffekt, átti kommunan at bygt eitt vinnuhús, so stórur partur av nevnda virkseminum kundi samlast undir einum taki. Við einum dynamiskur vinnustjóra á odda og grønum ljósi frá landspolitiskari síðu fyri Suðuroyarætlanini (sum so ofta lovað), høvdu vit í øllum førum sæð eina góða byrjan.

Við einari kommunu hevði man komið ótolandi stríðnum millum kommunurnar í Suðuroynni til lívs, og politiskar avgerðir kundu verðið tiknar til gangns fyri øll og ikki í innanhýsis stríði. Harafturat hevði ein felags fyriseting gjørt, at peningur varð spardur, og nýttur til framskygd vælútbúgvin tænastustørv, sum eg áður havi nevnt. Tey størv, ið óneyðuga fyrisitingin hevði latið eftir, kundu farið í nýtt tænastuvirksemi og eina ferðavinnu í menning og vøkstri.

Ein týdningarmikil treyt fyri at vit borgarar trívast í einum samfelagi er, at vit hava demokratiska ávirkan. Tað eru í høvuðsheitinum tvær síður av einum lokaldemokratii. Tann eina er passiv – við at veljarnir 4. hvørt ár kunnu avgera, hvørjir politikarir skulu umboða okkum í kommunustýrinum. Um vit ikki eru nøgd við tey sum sita, hava vit 4. hvørt ár møguleika fyri at skifta tey út. Tað er ein grundleggjandi lógarfestur demokratiskur rættur, sum ongin kann nerta. So hava vit hina síðuna, sum er aktiv – við at borgarnir javnan verða tiknir við upp á ráð, t.d luttaka í opnum kjaki og við almennum fundum, og á tann hátt eru við til at ávirka avgerðirnar hjá sitandi politikarum. Politikararnir, hinvegin, taka initiativ til at spyrja borgarnar, áðrenn teir handla. Men demokrati hevur sanniliga sínar veikleikar, tí tað krevur nógv av sínum børnum. Um vit seta okkara egoistisku áhugamál fram um almen samfelagslig áhugamál, um vit ikki tora at luttaka, tí vit ikki kenna okkum nóg mikil, um vit ókritisk fylgja populerum loysnum, um teir valdu politikarnir ikki duga at skilja politisk áhugamál frá privatum, vinnuligum og familjumessigum egináhugamálum, ella um man sum politikari tekur onnur fyrilit enn kvalifikatiónir við setan av almennum størvum – so virkar demokratiið ikki.

Fyri at tilgongdin fram ímóti samstarvi og kommunusamanlegging skal gerast ein succes, haldi eg tað vera av sera stórum týdningi, at vit hampa upp á demokratiið í Suðuroynni. Og tað er eftir mínum tykki ein stór mental broyting, sum skal til. Bara at døma eftir talinum av kritiskum lesarabrøvum – ella hugurin til alment at úttala seg – so stendur illa til. Men tað er kanska skilligt, tí ofta møtir tú bara tungu tøgnini, um tú nýtur tín demokratiska rætt til at úttala teg. Og tá ein sera týðandi partur av demokratiinum júst er kjak, er ein slíkur máti ikki serliga demokratiskur!

Suðuroyggin hevur á mangan hátt brúk fyri, at ein mental broyting fer fram. Vit mugu sleppa okkum av við íbygdu negativu støðuna til nýhugsan. Vit skulu stýra okkara trongd til at einsrætta hvønn annan. Vera minni negativ yvirfyri hvør øðrum. Vit skulu vera tænastusinnað og hava viljan til at vera effektiv. Vit skulu vera meiri demokratisk tilvitað og tollynt. Vit skulu vera meiri hugaði at royna nýggj hugskot. Fyrstu flakavirkini vórðu t.d, í síni tíð, fyrst skapt sum hugskot í høvdunum á framskygdum monnum (og hvør veit – eisini kvinnum). Í dag skulu vit fáa nýggj hugskot – men tað krevur, at vit trúgva upp á tað.

Eg vóni og trúgvi, at eitt stórt fleirtal av suðringum – kanska serliga tey, sum hava børn á stovnum og í skúlum í dag, altso framtíðin hjá Suðuroynni - er fyri kommunusamanlegging, og sær tað sum einasta alternativ fyri Suðuroynna. Eg vóni, at fleirtalið av suðringum til komandi kommunuval, krevur av uppstillaðu valevnunum, at tey taka undir við og vilja arbeiða fyri at Suðuroyggin, sum skjótast, gerst ein kommuna. Eg vóni, at veljararnir seta krossin við mest kvalifiseraðu og engageraðu valevnini, og eg vóni, at líka nógvar kvinnur sum menn stilla upp og verða valdar. Ein samlað kommuna við kvalifiseraðum politikarum er bara eitt minstakrav, um vit skulu gera okkum hugsanir um at fáa tey fólk hagar, sum Suðuroyggin so harðliga hevur brúk fyri, um oyggin skal mennast – og í framtíðini - yvirliva.